Little Lamb

Náttblæupakkin - 5 skift

Náttblæupakkin - 5 skift

Vanligur prísur 919,10 kr
Vanligur prísur 1.313,00 kr Útsølu prísur 919,10 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Stødd

Byrjanarpakki við fimm formseymaðum blæum og einari skel frá Little Lamb. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.

 


 

Lýsing

Little Lamb formseymað blæa

Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan innleggini eru seyma fast í stødd 2 og 3.

Skriva í viðmerkingarteigin, hvørja stødd og mynstur, tá tú fert til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.

Fyrivarni verður tikið fyri útseldum støddum og mynstrum.

Nýtsla

Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum: 

  • Stødd 1: 3-9 kg 
  • Stødd 2: 8-16 kg 
  • Stødd 3: 16+ kg

Stødd/Mongd

Hetta er í pakkanum:

Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum: 

  • Stødd 1: 3-9 kg 
  • Stødd 2: 8-16 kg 
  • Stødd 3: 16+ kg

Tilfar

90% Bambus / 10% Polyester 

Vaskivegleiðing

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.