Skeptikarin spyr (OSS)
-
Er tað trupult?
Modernaðar toyblæur kunnu als ikki sammetast við gamaldags toyblæur (gylpiklútar) og plastikbuksur, sum konurnar kókaðu í stórum grýtum eftir nýtslu. Í dag er tað vorðið nógv meira ómakaleyst. Blæurnar minna um einnýtisblæur í útsjónd og eru líka lættar at nýta. Skitna blæan verður koyrd í ein vátposa inntil hann er fullur. Síðani verður allur posin koyrdur í maskinuna.
Tað krevur eitt sindur av tilrættisleggjan, eftirsum blæurnar skulu vaskast, men hinvegin skalt tú bara keypa blæur eina ferð og skalt ikki út við skrellinum fleiri ferð um dagin ;-) Tú kanst eisini lata barnið vera við, tá toyblæurnar skulu leggjast saman og soleiðis gera tað til eitt spæl.
-
Er tað ikki skittligt?
Nei, toyblæur eru ikki skittligari enn einnýtisblæur. Einasti munurin er, hvat tú gert við brúktu blæuna. Toyblæur verða koyrdar í ein vátposa inntil tær vera vaskaðar, og harvið verða allar bakteriur dripnar, meðan einnýtisblæur verða koyrdar í ein plastposa og í ruskspannina.
-
Hvat ger mann við lortablæurnar?
Meðan barnið bara fær bróst ella fløsku er kukkurin vatnupploysiligur og kann tískil fara við blæuni í maskinuna. Tá barnið byrjar at eta, kann tað vera snilt at leggja bleyt pappírsinnlegg ovast í blæuna, sum mann koyrir burtur, tá barnið hevur kukkað. - Avmarkar stóra blæan ikki barnið motoriskt?
Nei, ongar kanningar ella royndir benda á, at samanhangur er millum (manglandi) motorisk evni og toyblæu.