Formseymaðar blæur skulu hava eina skel uttaná. Tær eru góðar at brúka um náttina, av tí at øll blæan sýgur, og tær lættliga kunnu boostast og samstundis lova húðini at anda. Vansin at nýta tær um dagin er, at tær fylla meira á rumpuni, enn aðrar blæur.
Fyrimunir: Øll blæan sýgur, góð at nýta um náttina, løtt at boosta eftir tørvi
Vansar: Fyllir nógv, skal hava skel útyvir
5 vørur
Formseymað blæa v/ karðalási - Bambus
Vanligur prísur 139,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): Computation results in '-Infinity'%Bambusblæurnar frá Little Lamb eru í bíligara endanum. Eitt, sum ger hetta gjørligt, er at eitt lag av polyester, sum er eitt munandi bíligari tilfar, er millum løgini av bambus.
Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan bambusinnleggið er seymað fast í stødd 2 og 3.
Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum:
- Stødd 1: 3-9 kg
- Stødd 2: 8-16 kg
- Stødd 3: 16+ kg
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester
GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir. Sí úrvalið av skeljum her.
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.
Formseymað blæa v/ trýstknappum - Soft
Vanligur prísur 199,00 kr Spar 0%Blæan er gjørd úr sera mjúkum bambusvelour. Innan er ein lummi, sum innlegg kunnu koyrast í. Hetta ger, at eingir kantar frá innleggum koma móti barnahúðini, men einans mjúkt bambusvelour. Hendan blæan er reint luksus fyri barnið.
Eitt innlegg úr bambus og vistfrøðiligari bummull fylgir við. Hetta er eitt sindur tjúkri enn sjálva blæan og sýgur sera væl. Innleggið er úr fýra løgum og er opið í miðjuni, so tað tornar skjótari.
Blæan er eisini væl egnað sum náttblæa. Tað er nokk av plássi í lummanum til eyka innlegg. Nýt til dømis tvey innlegg úr hamp ella eina prefold, sum eyka innlegg, so blæan heldur alla náttina.
Minst til at koyra vatntætta skel út yvir blæuna.
Tilfar
55% Bambusviskosa / 25% Vistfrøðilig Bummull / 20 % Polyester
Innleggið: 70% Bambusviskosa / 30% Vistfrøðilig Bummull
Blæan fæst í trimum støddum:
- Meduim: 6-10 kg
- Large: 10+ kg
GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir. Sí úrvalið av skeljum her.
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.

Gávukort
Vanligur prísur 100,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): Computation results in '-Infinity'%Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Ummæli frá kundum

Luksusblæupakkin - 6 skift
Vanligur prísur 1.572,00 kr Útsøluprísur 1.414,80 kr Spar 10%Byrjunarpakki við trimum formseymaðum blæum og einari skel frá WeeCare. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.
Hetta er í pakkanum:
- 6x WeeCare Soft
- 2x WeeCare Easy Cover (vel mynstur)
Bygnaður - Soft
Blæan er gjørd úr sera mjúkum bambusvelour. Innan er ein lummi, sum innlegg kunnu koyrast í. Hetta ger, at eingir kantar frá innleggum koma móti barnahúðini, men einans mjúkt bambusvelour. Hendan blæan er reint luksus fyri barnið.
Eitt innlegg úr bambus og vistfrøðiligari bummull fylgir við. Hetta er eitt sindur tjúkri enn sjálva blæan og sýgur sera væl. Innleggið er úr fýra løgum og er opið í miðjuni, so tað tornar skjótari.
Blæan er eisini væl egnað sum náttblæa. Tað er nokk av plássi í lummanum til eyka innlegg. Nýt til dømis tvey innlegg úr hamp ella eina prefold, sum eyka innlegg, so blæan heldur alla náttina.
Tilfar
55% Bambusviskosa / 25% Vistfrøðilig Bummull / 20 % Polyester
Innleggið: 70% Bambusviskosa / 30% Vistfrøðilig Bummull
Blæan fæst í tveimum støddum:
- Meduim: 6-10 kg
- Large: 10+ kg
Bygnaður - skelin
Skelin er úr lekrari GOTS-góðkendari bummull við vøkrum mynstri uttast, PUL innast og fleece í rygginum, so blæan ikki lekur. Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.
Innan eru trýstknappar, sum Easy SIO innlegg kunnu knappast í. Skelin kann eisini nýtast yvir formseymaða blæu, við prefold ella líknandi.
Skelin kann nýtast 3-5 ferð, áðrenn hon skal vaskast, um hon ikki fær skarn á seg.
Skelin fæst í tveimum støddum
- M: 6-10 kg
- L: 10 kg+

Náttblæupakkin - 5 skift
Vanligur prísur 915,00 kr Útsøluprísur 824,00 kr Spar 10%Byrjanarpakki við fimm formseymaðum blæum og einari skel frá Little Lamb. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.
Hetta er í pakkanum:
- 5x Little Lamb formseymað blæa
- 2x Little Lamb skeljar (vel litir)
Little Lamb formseymað blæa
Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan innleggini eru seyma fast í stødd 2 og 3.
Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum:
- Stødd 1: 3-9 kg
- Stødd 2: 8-16 kg
- Stødd 3: 16+ kg
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester
Skriva í viðmerkingarteigin, hvørja stødd og mynstur, tá tú fert til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum støddum og mynstrum.