Hvørjum havi eg tørv á?

Hvussu nógvum blæum havi eg tørv á? Hvat tilhoyr er hent at hava? Hvørjar blæur eru góðar at brúka á stovninum? Fá yvirlit yvir alt, tú hevur brúk fyri, fyri at koma í gongd við toyblæum her:

Til nýføðingin

Nýføðingar skulu skiftast sera títt, og tit kunnu lættliga koma uppá 10-15 blæuskift um dagin. Tí viðmæli eg at eiga til umleið 30 blæuskift til samans.

ELLA

  • 25 prefolds (møguliga 2-3 Snappi)
  • 5-7 náttblæur (t.d. formseymaðar ella tær somu sum dagblæurnar)
  • 6-8 skeljar (bæði til dag og nátt)

Umframt

Til heimanýtslu (2-3 mánaðir og eldri)

Tá barnið vigar umleið 6 kg (ofta um 2-3 mánaðar aldur) kunnu tit byrja at nýta OneSize blæur. Nú er heldur ikki tørvur á eins nógvum blæum, sum fyrstu tíðina.

ELLA

  • 20-25 innlegg til dagsnýtslu (t.d. AI2 ella SIO)
  • 5-7 náttblæur (t.d. formseymaðar ella tær somu sum dagblæurnar)
  • 6-8 skeljar (bæði til dag og nátt)

Umframt

  • Eyka innlegg
  • 2 stórar vátposar
  • 2 lítlar vátposar til puslitaskuna
  • Lappar til blæuskift
  • Møguliga fleeceinnlegg so rumpan ikki kennist vát (kann eisini nýtast til at fanga kukk í staðin fyri blæupappír)
  • Møguliga blæupappír fyri lættari at beina fyri kukki (er ikki neyðugt tá barnið bara fær mjólk, tá er kukkurin vatnupploysiligur og kann vaskast í maskinuni saman við blæuni)

Til stovnsnýtslu

Tað er snilt at eiga til umleið 25 blæuskift

...so kanst tú vaska 2.-3. hvønn dag. Eitt barn brúkar umleið 6-8 blæur dagliga. Tað kann tó væntast, at tit brúkar fleiri, tá til dømis sjúka er í húskinum, so tí er hent at hava nakrar eyka liggjandi. Eldri barnið verður, færri blæum hevur ein tørv á.

Eisini er tað hent at hava eyka innlegg at leggja í blæuna eftir tørvi. Til dømis um náttina, tá tit fara ein longri túr, ella um barnið bara pissar nógv.

Hvat gert tú so við skitnu blæuna?

Koyrir hana í ein vátposa! Til heimabrúk fáast stórir vátposar við elastikki ovast at nýta í einari ruskspann ella vátposar við snarlási, um tú vilt hava gólvið frítt. Tá tit eru úti, eru smærri vátposar gull verdir. Har passa 3-4 blæur í. Eisini kunnu teir nýtast til vátar klútar, skitin klæði, toybind og annað.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í vátposanum, áðrenn tær vera vaskaðar, í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast. Les meira um hvussu tú handfert skitnar blæur her.

Tess fleiri blæur, tess longri halda tær

Velur tú at hava eitt lítið toyblæuúrval, slítast hesar helst skjótari, enn um tú hevur nógvar toyblæur. Nýtsla og vask slítur nevniliga blæurnar, so tað loysir seg ofta ikki, at keypa (ov) fáar blæur.

 

Les eisini: