Hví mammulig?
Alt byrjaði á Instagram…
Tá eg varð við barn í 2018, las eg nógv um børn, føðsil og alt sum har til hoyrir. Eg fylgdi fleiri mammum á Instagram, flestu teirra vóru úr Danmark. Eg saknaði at fylgja føroyskum mammum, sum høvdu nakað uppá hjarta um mammulívið. So tá Ria varð ein mánaða gomul, gjørdi eg av at byrja mín egna Instagram-vanga, sum fyrst og fremst skuldi snúgva seg um mítt (mammu)lív: og soleiðis varð @mammulig fødd.
Ein onnur leið
Stutt eftir eg gjørdist við barn, var longu greitt, at barnið ikki skuldi í vøggustovu. Og tankarnir mólu og spurningar um búskap fyltu nógv: Fóru vit at klára okkum við einari inntøku? Var okkurt arbeiði, sum eg kundi gera heima, meðan eg eisini hevði barnið heima? Vit settust at hugsa. Og knappliga ein dagin var tað sólarklárt: Eg skuldi lata upp ein toyblæunethandil!
Hví toyblæur?
Tá Ria varð fødd í 2018, var eg vís í, at hon skuldi nýta toyblæu. Bæði tí tað er betri fyri umhvørvið, og tí tað er betri fyri hennara sartu barnahúð - les meira um fyrimunirnar við at nýta toyblæur her. Eingin handil var í Føroyum, sum seldi slíkar blæur, og eg fann hvørki høvd ella hala í ymsu sløgunum av blæum og tilhoyri. Fyri at gera tað lættari hjá øðrum at velja toyblæur, valdi eg tí at lata upp mín egna nethandil við øllum tí, sum eg sjálv manglaði:
Her finnur tú alla kunning og vegleiðing um toyblæur, sum tær tørvar. Allar vørur í nethandlinum eru vørur, sum eg sjálv nýti og tískil eisini kann standa inn fyri. Vørurnar eru burðardyggar, veganskar og í flestu førum vistfrøðiligar.
Nethandilin varð stovnaður
Mammulig.fo varð stovnað í 2019 og nethandilin lat upp 22. juli 2019. Nethandilin er fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Her finnur tú modernaðar toyblæur í alskyns litum og mynstrum í bestu góðsku. Til kvinnuna finnur tú lekkur toybind, menstruatiónskoppar, geviinnlegg, rondellur, húð- og hárrøkt. Nethandilin víðkar eisini spakuliga um virksemi, og fleiri og fleiri vørur til hús, heim og spæl verða eisini at fáa. Dentur verður lagdur á burðardygd og góðsku.
Tú ert sjálvsagt vælkomin at keypa á nethandlinum, hóast tú ikki ert mamma. Mammulig.fo er ein nethandil hjá einari mammu ætlaður foreldrum og kvinnum sum heild.
Hevur tú spurningar um eitthvørt, ella kundi tú hugsað tær at sæð ein hvørja vøru áðrenn keyp, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við meg á mammulig@gmail.com, Facebook ella Instagram.