Handilstreytir

Bílegging

Tá tú bíleggur á Mammulig.fo, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og Mammulig.fo. Vit tilskila okkum rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala millum teg og Mammulig.fo.

Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini lættari, um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á Mammulig.fo.

Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á Mammulig.fo, hoyra vit fegin frá tær.

Prísir

Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)

Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbrek frá veitarum.

Gjalding

Møguligt er at gjalda elektroniskt við gjaldskorti ella bankaflyting. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøra send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.

Øll kortgjøld verða viðgjørd av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. Mammulig.fo goymir ongar kortdátur. Mammulig.fo deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay.

Gjaldast kann við hesum kortum:

  • Visa/Dankort
  • Visa
  • Visa Electron
  • MasterCard
  • MasterCard Debit
  • Maestro

Gjaldast kann eisini umvegis bankaflyting á konto í BankNordik: 6460 xxx. Bíleggingarnummar og/ella navn á kunda skal viðmerkjast.

Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir bílegging, tilskilar Mammulig.fo sær rættin at selja vøruna til annan keypara.

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

Umbýting

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til mammulig@gmail.com, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

  • Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening
  • Veitingarkostnaður verður ikki endurgoldin

Vinarliga boða okkum frá á mammulig@gmail.com og send vøruna til: Smillavegur 9, 900 Vágur. Til ber eisini at koma framvið við vøruni eftir avtalu.

Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.

Reklamatiónsrættur

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á mammulig@gmail.com. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni, sum til dømis at vaska toyblæurnar skeivt.

Tú skalt senda okkum ein teldupost á mammulig@mammulig.fo og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendur vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Mammulig.fo rindar afttursendingina, um skaðin er váttaður. 

Samband

Mammulig

Smillavegur 9
900 Vágur
mammulig@gmail.com
Tlf: 58 22 21

Les okkara dátuverndarkunning her.