Alt tær nýtist at vita um toyblæur

Tá tú byrjar at fáa áhuga fyri toyblæum, og skal seta teg inn í hetta, kann tað tykjast fløkjasligt í byrjanini. Við fyrsta eygnabrá eru sera nógv ymisk sløg, tilfar og tilhoyr, og torført er at meta um, hvat best er at nýta. Men tað nýtist tað ikki at vera so torført at fáa eitt gott yvirlit yvir, hvat er á marknaðinum.

Tá tosað verður um toyblæur, renna fýrakantaðu gylpiklútarnir fólki til hugs, og mong meta tað vera ein loysn, sum er besverligari, gamaldags og skittligari. Soleiðis er tað tó ikki longur (hóast summi framvegis nýta teir gomlu klútarnir). Nútímans toyblæur minna sera nógv um einnýtisblæur í sniði. Tær latast aftur við trýstknappum ella karðalási, og eru tískil líka lættar at nýta, sum einnýtisblæur. Eftir brúk, kann mann koyra blæuna í ein vátposa sum, tá hann er fullur, verður koyrdur í maskinuna.

Hví velja toyblæur?

Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Eitt nú eru tær betri fyri umhvørvið, og fyri sartu barnahúðina eru tær ein vakur fongur. Tær eru eisini munandi betri fyri pengapungin, meðan tú stuðlar kvinnuligum íverksetum. Harafturat tveita toyblæubørn ofta fyrr blæuna.

At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)

Heilsa

1) Eingi kemisk evni

Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.

Tí í einnýtisblæum eru fleiri evni, sum gera, at blæan sýgur. Ein av teimum heldur truplu evnunum er sodium polycrylat, sum kemur úr acrylsýru, sum er vunnin úr ráolju. Hetta kemiska evnið órógvar natúrligu fuktbalansuna í húðini, og tískil kann barnið ofta fáa reyða rumpu, blæútslett og eksem.*

Summar einnýtisblæur innihalda luktilsi fyri at minka um lukttrupulleikar, sum kann elva til astma. Hesum slepst undan, við at nýta toyblæur.

2) Húðin fær andað

Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka. At húðin fær andað merkir eisini lægri testikelhita hjá dreingjum. Sambært kanningum hongur økti testikelhitin, sum einnýtisblæur kunnu elva til, saman við lægri sáðgóðsku seinni í lívinum.**

3) Kennast væl og gnadda ikki

Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.

Búskapur

Hóast tað er stórur prísmunur á einari toyblæu og einari einnýtisblæu, so er hetta kortini skjótt spart inn aftur. Ein einnýtisblæa kostar 1.5 krónur, meðan ein toyblæa kann kosta fleiri hundrað - upp í fleiri túsund krónur fyri eitt sett. Men eitt barn nýtir sera nógvar einnýtisblæur, áðrenn hann ella hon veksur frá blæum, og tí verða í síðsta endað fleiri ferðir so nógvar krónur nýttar til einnýtisblæur.

Toyblæur eru hinvegin ein einnýtisútreiðsla. Tá tú hevur keypt tær, so eigur tú tær til barnið tveitur blæuna.

Tað ber illa til at seta nágreiniligar upphæddir ella prosenttøl fyri, hvussu nógv tú sparir við at nýta toyblæur, tí tað er knýtt at, hvat slag av blæum tú velur, hvussu nógvar tú keypir, og hvussu leingi barnið brúkar blæu. Tað einasta, sum eg kann siga við vissu er, at tú sparir pengar óansæð. Og fært tú fleiri børn, sum brúka toyblæur, bara vaksur sparda upphæddin.

Vit kunnu gera eitt roknistykki út frá miðaltølum:

  • 6-7 blæur dagliga
  • Einnýtisblæubørn brúka blæu í trý ár
  • Toyblæubørn brúka blæu í tvey ár
  • Toyblæur + tilhoyr til 25 skift kostar umleið 6000kr
  • Einnýtisblæuposar kosta 0,20kr/stk
  • Vátserviettar kostar 34 kr/pk ella 0,5 kr/stk
  • Vask inkl vaskipulvur kostar 3,8kr per vask***
Eitt einnýtisblæubarn brúkar í miðal blæu í trý ár.

6-7 blæur dagliga = 7.000 blæur.
Ein blæa kostar umleið 1,5kr x 7.000 = 10.500kr.
Blæuposar kosta 0,2 kr/stk x 7.000 = 1.400 kr.
Ein pakki av vátserviettum kostar 34 kr x 52 vikur x 3 ár = 5.300 kr.
Hetta gevur til samans 17.200 kr.

Eitt toyblæubarn nýtir í miðal blæu í tvey ár.
25 toyblæur kosta umleið 5000 kr.
Vasking 2. hvønn dag = 182 vask x 3,8kr = runt roknað 700 kr x 2 ár = 1400 kr (inkl vaskievni).
Eyka smáting so sum vátposar, lappar, blæupappír v.m. umleið 1000kr.
Hetta gevur til samans 7.400.

Her eru smáar 10.000 kr á muni. Hendan upphæddin kann tó flyta seg nógv báðar vegir, alt eftir hvørjar blæur tú velur at nýta.

Harafturat ber til at selja toyblæurnar brúktar, um tær ikki eru ov slitnar, sjálvandi, og harvið vinna nakað av kostnaðinum inn aftur.

Umhvørvið

At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.

Um vit samanbera við eitt barn, sum brúkar einnýtisblæur, so brúkar eitt barn í miðal umleið 7000 einnýtisblæur alla sína blæutíð. Tað er tað sama sum 1,5 tons av burturkasti. Brenningin av blæunum útleiðir eisini sera stórar mongdir av CO2.

Framleiðsla og nýtsla av einnýtisblæum brúkar 2,3 ferðir so nógv spillvatn sum toyblæur, og ein einnýtisblæa tekur 250-500 ár at niðurbróta.**** Kanningar vísa, at tað krevur 140 kilo av træi, 25 kilo av ráolju og 10 kilo av klorin at framleiða einnýtisblæur til eitt barn í eitt ár.*****

Tveita fyrr blæuna

Einnýtisblæur súgva so mikið væl, at barnið ikki merkir, tá tað pissar. Er barnið í toyblæu merkir barnið hinvegin, tá ið tað pissar, og skilur skjótari samanhangin millum tað at pissa, og at blæan verður vát. Børn, sum nýta toyblæu eru ofta blæufrí, tá tey eru tvey ár (eisini um náttina), samanborið við børn í einnýtisblæu, sum ofta nýta blæu eitt heilt ár longri og ofta uppaftur longri, telja vit náttblæuna við. Hetta er tó einki garanti ;-)

Stuðla kvinnuligum íverksetum

Ein samfelagsligur fyrimunur aftrat er við at nýta toyblæur. Tí nógvar av toyblæufyritøkunum eru stovnaðar av kvinnum í teirra heimi. Ofta eru tær heimagangandi mammur, sum hava roynt seg við at seyma blæur til síni børn, og síðani hava ment hetta til størri og smærri fyritøkur. Ofta seta tær aðrar mammur at arbeiða í framleiðsluni, sum gongur fyri seg í góðum korum í heimlandi teirra.

Tað sama er galdandi við nethandlum, sum selja hesar blæurnar, bæði her í Føroyum og uttanlands. Ofta eru eldhugaðar kvinnur handan hesar nethandlar, sum hava sæð ein tørv og veita góða tænastu og selja blæur, tær kunnu standa inni fyri. Hetta er ein góð orsøk at keypa frá hesum síðunum heldur enn til dømis internetgigantum sum Amazon.

Vakurt mynstur

Eitt eyka virði við at nýta toyblæur er, hvussu vakrar tær eru í ymsum litum og mynstrum. Barnið sær bara nógv fittari út í einari blomstrutari toyblæu, enn einari hvítari pappírsblæu!

_____________________

Keldur
1) Liz Armstrong Liz, Adrienne Scott: Whitewash: Exposing the Health and Environmental Dangers of Women's Sanitary Products and Disposable Diapers, What You Can Do About It. 1993
2) C-J Partsch, M Aukamp, W G Sippell: Scrotal temperature is increased in disposable plastic lined nappies. 2000
3) Roknað av donskum rørmanni
4) Ann Link: Disposable nappies: a case study in waste prevention. 2003
5) C. Lehrburger, J. Mullen, C.V. Jones: Diapers: Environmental Impacts and Lifecycle Analysis. 1991