Toyblæuorðabókin
Tað er ikki altíð til at vita, hvat ein garvað toyblæumamma meinar, tá hon brúkar serstøk hugtøk og vendingar, sum Palleba ikki hevur hoyrt fyrr. Ja, tað er sanniliga ein vavgreytur av tøkniorðum og heimabryggjaðum vendingum, hvørt um annað, tá ein traðkar inn í toyblæufrumskógin. Her royni eg at greiða fløkjurnar, so øll kunnu vera við í toyblæutosinum!
-
AIO - All-In-One
All-in-One blæurnar eru helst lættasta toyblæuloysnin, tí alt er seymað fast í einum. Vansin við teimum er tó, at tær ofta eru longri um at torna, tá deilirnir ikki kunnu skiljast sundur. -
AI2 - All-In-Two
All-In-Two blæur eru, sum navnið leggur upp til, í tveimum pørtum: Ein vatntøtt skel og eitt innlegg, sum passar til, og sum er súgvandi parturin. Tá blæan skal skiftast, verður innleggið tikið úr og nýtt kann koyrast í skelina, sum kann nýtast 5-7 ferð ella inntil hon verður skitin. -
Bulky
Enskt heiti fyri blæu, sum fyllir nógv. -
Boingo
Verður nýtt at festa eina gamaldags toyblæu ella prefold um barnið í staðin fyri trygdarnálirnar, sum mann nýtti fyrr. -
Boostari / at boosta
Ein boostari er eitt eyka innlegg, sum kann leggjast í blæuna, so hon fær hildið uppá meira vesku. At boosta merkir sostætt at økja um súgvimegina. -
BTP
Stytting fyri Birth To Potty -
Cover
Enskt orð fyri skel. -
Doubler
Enskt heiti fyri boostari. -
EC - Elimination Communication
Elimination Communication er eitt slag av pottatrening, sum 100% er eftir barnsins treytum, og sum ein kann byrja við so skjótt, barnið er føtt. -
Fitted (formseymað)
Ein toyblæa, sum er seymað við sama sniði, sum einnýtisblæa. Verður nýtt við vatntættari skel útyvir. -
Fit
Ensk heiti fyri snið. -
Flat
Enskt heiti fyri gamaldags toyblæu. -
Fleece
Fleeceinnlegg kunnu nýtast at leggja ovast í blæuni, so barnið kennir seg turt, tí fleece leiðir skjótt vætuna víðari í súgvandi løgini. Fleeceinnlegg kunnu eisini nýtast at fanga skarn við. -
Fluff
Ensk slang fyri toyblæu. -
Fluff mail
Enskt slang fyri at fáa toyblæupost. -
Gussets
Enskt heiti fyri lekaverju. -
Hook and loop
Enskt hugtak fyri karðalás. -
Lanolin/lanolinviðgera
Feittstoff í ull, sum kann nýtast at gera ull vatnavvísandi. At lanolinviðgera merkir sostatt at viðgera ullina við lanolin. -
Lummablæa
Lummablæur hava eitt vatntætt lag uttan og ein lumma innan, sum innlegg kunnu koyrast í. Lummablæan kann sostatt boostast til tørvin á einstaka barninum. Hetta merkir eisini, at turkitíðin ikki er so long, eftirsum innleggini eru leys frá sjálvari blæuni. Tó er ein vansi, at í summum blæum, mugu innleggini takast úr við hond áðrenn vask, tí tey verða ikki slongd úr í maskinuni. Innlegg fylgja altíð við lummablæum. -
Longies
Ullblæubuksur við langum beinum -
Lækagebarrierer
Danskt heiti fyri lekaverja. -
Mikrotrevjar (mikrofibur)
Mikrotrevjar eru ruflutir á yvirflatuni og kennast tískil ikki góðir móti húðini. Tí skulu mikrotrevjainnlegg altíð í ein lumma ella dekkast væl við onkrum, sum er gott móti húðini, til dømis fleece. Mikrotrevjar súgva øgiliga skjótt, men fær ikki so væl hildið uppá nógvari vesku í sær sjálvum. Tí er gott at nýta innlegg úr bambus, bummull ella hamp, sum súgva væl, undir. -
Minky
Minky er ein loðin úgáva av mikrotrevjum. Navnið kemur av, at tað er mjúkt, sum ein minkur. -
Nappi nippa
Eisini nevnt Snappi. Ein máti at festa eina gamaldags toyblæu ella prefold um barnið í staðin fyri trygdarnálirnar, sum mann nýtti fyrr. -
OS
Stytting fyri one-size -
OSFA
Stytting fyri one-size, fits all -
Pail liner
Ein stórur vatntættur vaskiposi, sum kann nýtast í einari blæu- ella ruskspann til skitnar blæur. Tá blæurnar skulu vaskast, verður allur posin sum hann er koyrdur í maskinuna. -
Pappírsinnlegg
Eitt tunt einnýtisinnlegg, sum verður lagt ovast í blæuna at fanga skarn. -
Prefold
Eitt fýrakantað, súgvandi toystykki, sum er seymað soleiðis, at tað hevur eyka nógv løg í miðjuni. Ein prefold kann leggjast saman og nýtast sum boostari - ella sum toyblæa í sær sjálvum, sum verður hildin saman við einum Snappi og einari skel uttaná. -
PUL
PUL (Polyutherane Laminate) er ein tunn, vatntætt hinna, sum higartil er umhvørvisvinarligasti kemiski hátturin at gera toy vatntætt. Vanliga verður PUL smeltað á toy, so tað verður vatntætt á aðrari síðuni og bleytt á hinari. -
Skel
Skelin er tað vatntætta lagið uttaná teimum súgvandi løgunum og kann vera gjørd av PUL/TPU, ull ella fleece. Í summum blæum er hetta lagið ein fastur partur av blæuni (til dømis AIO og lummablæur), við SIO verður súgvandi innleggið knappað í skelina, og við formseymaðum skal skelin koyrast útyvir. -
Shorties
Ullblæubuksur við stuttum beinum -
Sized
Blæa í ávísari stødd (til dømis S, M, L ella 1, 2, 3 - hetta er ymiskt frá merki til merki). -
Snap-In-One (SIO)
Snap-In-One blæur eru í tveimum pørtum: Ein skel og eitt súgvandi innlegg. Hetta merkir styttri turkitíð. Innleggini kunnu knappast í skelina, sum ger tær lættar at brúka. Skelin kann nýtast 3-5 ferðir, áðrenn hon skal vaskast. -
Snaps
Enskt orð fyri trýstknappar. -
Soaker
Enskt orð fyri blæubuksur úr annaðhvørt ull ella fleece. -
Stash
Enskt orð fyri toyblæusavn. -
Stay-dry
Hevur blæan stay-dry effect, merkir tað, at hon hevur fleece innast, sum ger, at húðin verður hildin turr hóast barnið hevur pissað. Stay-dry innlegg fáast eisini fyri seg og kunnu leggjast í einhvørja blæu. -
Stripping / at strippa blæur
At reinsa sápurestir, krem o.s.fr., sum hevur savnað seg gjøgnum tíðina, úr toyblæum. Les hvussu tú gert her. -
Snappi
Eisini nevnt nappi nippa. Verður nýtt at festa eina gamaldags toyblæu ella prefold um barnið í staðin fyri trygdarnálirnar, sum mann nýtti fyrr. -
TPU
Munurin á PUL og TPU (Thermoplastic polyurethane) er framleiðsluhátturin. TPU verður hitaviðgjørt fyri at laminera toyið, so tað verður vatnavvísandi. -
Training pants
Eitt slag av vatntættum undirbuksum. Eru góðar at nýta, tá barnið venur seg av við blæuna. -
Trim
Enskt heiti fyri blæu, sum fyllur lítið. -
Ullblæubuksur
Skel úr ull. -
Velcro
Enskt fyri karðalás. -
Vátposi
Vatntættur posi til skitnar blæur. Fæst í ymsum støddum og sniðum. -
Wetbag
Enskt orð fyri vátposi. -
Wrap
Enskt orð fyri formseymaða skel.
Les eisini: