Hví nýta toybind?

Sambært Danmarks Statistik, brúkar ein kvinna í miðal umleið 12.000 krónur uppá bind og tampax gjøgnum lívið. Tað svarar til umleið 115-140 kg av burturkasti*.

Ofta er optiskt hvítt og parfuma í bind, trussuinnlegg og tampax, sum kunnu irritera húðina og elva til ovurviðkvæmi. Súgvandi innihaldið í bind og tampax er ofta ein ørgrynna av fibrum, sum eru samansett av til dømis polyester, polypropen, polyethylen o.s.fr. Ofta er støðan eisini tann, at alt tilfarið, sum er í hesum vørum, ikki verður nevnt á pakkanum, og tískil kann vera torført at sleppa heilt undan vandamiklu evnini. Og tað er sjálvandi ikki gott, tí hetta eru vørur, sum koma sera tætt at kroppinum.

 

 

Nýtir tú toybind, fær undirlívið andað væl og tískil slepst undan svampi og øðrum ampa. Tú fært sama tryggleika, sum frá einnýtisbindum í einari burðardyggari útgávu, sum kennist væl. Toybindini kunnu nevniliga vaskast og nýtast aftur og aftur. Samstundis fær húðin betur andað, og tú sleppur undan øllum kemisku evnunum. Hevur tú lyndi til ella stríðist ofta við svampi, fer hetta burtur. Somuleiðis um tú hevur lyndi til húðloysi, fer hetta eisini burtur. Summar kvinnur siga enntá frá, at eftir at nýta toybind í seks mánaðir, er bløðitíð teirra minkað.

Velur tú toybind gagnar hetta bæði tínum pengapungi, umhvørvinum og tínari vælveru.

Toybindið verður fest í trussurnar við einum trýstknappi í staðin fyri klistri. Bindini fáast í fleiri støddum og við ymsari súgvievni, alt eftir tørvi.

Tá tú skiftir bind, kanst tú koyra brúkta bindið í ein lítlan vátposa, inntil tey skulu vaskast. Hevur tú eisini eitt blæubarn, kunnu tey við fyrimuni vaskast saman við toyblæunum. Sí vaskivegleiðing her.

_____________________

Keldur
1) Elissa Stein, Susan Kim: Flow: The Cultural History of Menstruation. 2009