Ymsu sløgini av toyblæum
Sløg av toyblæum
Tað finst ein ørgrynna av ymsum sløgum av toyblæum, og tað er ofta ein av orsøkunum, at foreldur aftra seg at nýta toyblæur. Her er eitt yvirlit yvir ymsu sløgini. Fyri ikki at skapa meira ørkymlan, havi eg valt bara at nevna tey sløgini, sum verða seld her á síðuni.
-
All-In-One (AIO)
All-in-One blæurnar eru helst lættasta toyblæuloysnin, tí alt er seymað saman. Vansin við teimum er tó, at tær ofta eru longri um at torna, av tí at deilirnir ikki kunnu skiljast sundur.
Fyrimunir: Alt er samlað, løtt at nýta
Vansar: Long turkitíð, øll blæan skal skiftast hvørja ferð -
All-In-Two (AI2)
All-In-Two blæur eru, sum navnið leggur upp til, í tveimum pørtum: Ein vatntøtt skel og eitt súgvandi innlegg, sum passar til. Tá blæan skal skiftast, verður innleggið tikið úr og nýtt kann leggjast í skelina, sum kann nýtast 3-5 ferðir ella til hon verður skitin.
Fyrimunir: Løtt at nýta, løtt at boosta eftir tørvi, stutt turkitíð
Vansar: Skal samlast
GG! SIO-blæur eru bólkaðar undir AI2 í vøruskránni! -
Snap-In-One (SIO)
Snap-In-One blæur eru í tveimum pørtum: Ein skel og eitt súgvandi innlegg. Hetta merkir styttri turkitíð. Innleggini kunnu knappast í skelina, sum ger tær lættar at brúka. Skelin kann nýtast 3-5 ferðir, áðrenn hon skal vaskast.
Fyrimunir: Løtt at nýta, stutt turkitíð, innlegg kunnu knappast í eftir tørvi
Vansar: Skal samlast
GG! SIO-blæur eru bólkaðar undir AI2 í vøruskránni! -
Formseymað
Formseymaðar blæur skulu hava eina skel uttaná. Tær eru góðar at brúka um náttina, av tí at øll blæan sýgur, og tær lættliga kunnu boostast og samstundis lova húðini at anda. Vansin at nýta tær um dagin er, at tær fylla meira á rumpuni, enn aðrar blæur.
Fyrimunir: Øll blæan sýgur, góð at nýta um náttina, løtt at boosta eftir tørvi
Vansar: Fyllir nógv, skal hava skel útyvir -
Lummablæa
Lummablæur hava eitt vatntætt lag uttaná og ein lumma innan, sum innlegg kunnu koyrast í. Lummablæan kann sostatt boostast til tørvin á einstaka barninum. Hetta merkir eisini, at turkitíðin ikki er so long, eftirsum innleggini eru leys frá sjálvari blæuni. Tó er ein vansi, at við summum lummablæum, mugu innleggini takast úr áðrenn vask, tí tey verða ikki slongd úr í maskinuni. Innlegg fylgja altíð við lummablæum.
Fyrimunir: Løtt at boosta eftir tørvi, løtt at nýta
Vansar: Skal samlast, innlegg skulu takast úr manuelt -
Prefold
Ein prefold kann nýtast við Snappi og skel útyvir, sum innlegg í einari skel (AI2), ella sum boostari í náttblæuni. Ein prefold er býtt í tríggjar teigar, har tann mittasti hevur flest løg og harvið sýgur mest. -
Innlegg og boostari
Innleggið er súgvandi parturin í blæuni, meðan ein boostari økir um súgvievnið í einari blæu, sum longu sýgur. Innlegg og boostarir fáast í nógvum ymsum tilfari, og tað kemur ann uppá tørvin, hvat er best. -
Pappírsinnlegg
Við pappírsinnleggi ovast í blæuni er tað ómakaleyst at handfara skarn. Pappírið fangar klumparnar, meðan vætan seyrar í blæuna. Tá blæan skal skiftast, beinir tú fyri pappírinum við innihaldi, sum tú hevði eina einnýtisblæu. Summi pappírsinnlegg kunnu vaskast við blæuni og nýtast 3-5 ferðir, um barnið bara hevur pissað. -
Skel
Skelin er tað vatntætta lagið uttaná teimum súgvandi løgunum og er gjørd úr PUL. Í AIO og lummablæum er hetta lagið seymað fast, í SIO verður súgvandi innleggið knappað í skelina, og við formseymaðum skal skelin koyrast útyvir. -
Svimjiblæa
Svimjiblæur kunnu bæði nýtast á strondini og í svimjihøllini. Tær eru tunnar og geva gott rásarúm bæði á turrum og í vátum. Svimjiblæan skal sita stramt um lør og miðju fyri at halda uppá møguligt skarn. Svimjiblæan sýgur ikki, tí annars gerst hon ov tung. Tað er tí heldur ikki neyðugt at nýta eina (einnýtis)blæu undir svimjiblæuni. -
Frávenjingarblæa
Frávenjingarblæur minna um undirbuksir, men hava eitt sindur av súgvievni, so buksurnar ikki verða gjøgnumbloyttar, tá óhappið hendur, samstundis sum barnið merkir, at tað verður vátt. Á henda hátt skilir barnið samanhangin millum at skula pissa og at tað verður vátt.
Tilfar
Tað er sera ymisk hvørjum tilfari toyblæur verða gjørdar úr. Her er eitt yvirlit yvir tey ymsu sløgini av tilfari, sum eru at finna her á síðuni, og eginleikar teirra.
-
Bambus
Bambus sýgur øgiliga væl. Fibrini eru full í smáum holum, sum vætan fyllir seg í. Eisini er tað deiliga mjúkt og húðin andar væl ígjøgnum hetta tilfarið.
Bambus er ofta merkt sum “bambus rayon” ella “bambus viscose”, sum merkir, at tilfarið er grundað á cellulosu (træfibur, í hesum føri bambus), sum hevur verið ígjøgnum eina kemiska tilgongd, fyri at fáa lidna tilfarið. Hetta merkir eisini, at tað er torført at fáa hendur á vistfrøðiligum bambusi, men við OEKO-TEX góðkenningini, eru eingi óynskt evni eftir í lidna tilfarinum, og kanst tú tí við góðari samvitsku nýta blæur úr bambus.
Bambustræið er eitt av teimum trøunum, sum veksur skjótast - upp til ein metur um dagin. Bambusið, sum verður nýtt til tekstil, er ikki tað sama, sum pandabjørnin etur.
Fyrimunir: Sýgur sera væl, antibakterielt, andar væl, kølandi, bleytt, fyllir ikki nógv
Vansar: Leingi um at torna, dýrt samanborið við bumull, hevur verið í kemiskari tilgongd í framleiðsluni. -
Bummull
Bummull er eitt organiskt, og súgvandi tilfar, sum andar væl. Ikki eins vælsúgvandi sum hamp og bambus, men tað sýgur væl.
Bummull verður vanliga dyrkað við einari rúgvu av evnum, sum fara illa við umhvørvinum og grundvatninum. Vistfrøðilig bummull er hinvegin hvørki skaðilig fyri umhvørvið ella barnahúðina. Vel tí altíð vistfrøðiliga bummull.
Fyrimunir: Sýgur, andar væl, bleytt, kølandi, lutfalsliga bíligt tilfar
Vansar: Følist sera vátt, tá blæan er vát -
Fleece
Fleece er tilfar úr polyesteri og er tískil syntetiskt. Tað verður framleitt úr olju og natúrgassi, sum verður umgjørt til plastikk í einari kemiskari tilgongd, og víðariment til syntetisk fibur.
Fleece hevur einki súgvievni, men eina staydry kenslu, so húðin hjá barninum altíð kennist turr. Tað er serliga gott hjá børnum, sum ikki tola at hava váta húð, í náttblæuni ella, tá tit fara longri túr. Fleeceinnlegg kunnu eisini nýtast at savna skarn, til dømis í staðin fyri blæupappír.
Tað finnast ymisk sløg av fleece. Í toyblæum er tað oftast microfleece, sum verður nýtt.
Fyrimunir: Heldur húðina turra, bíligt
Vansar: Sýgur ikki, syntetiskt tilfar, hevur verið í kemiskari tilgongd í framleiðsluni -
Hampur
Hampur er eitt sera vælsúgvandi tilfar og er í sær sjálvum nakað stívt. Tí verður tað ofta blandað við bummull ella bambus fyri at gera tað mjúkari og meira fleksibult. Hamp er eisini antibakterielt og hevur eina kølandi effekt. Orsaka av góðu súgvievnunum egnar hampur seg sera væl til náttblæur ella børn, sum pissa nógv.
Hampplanturnar, sum verða nýttar at framleiða tekstil hava einki við roykiplantuna at gera. Tekstilplantan verður dyrkað á ein heilt annan hátt og inniheldur tí minni enn 0,3% THC. So tú fært ikki serliga nógv burturúr at roykja hampblæur ;-)
Hampplanturnar verða sera sjáldan álopnar av soppi ella skriðdjórum, tí verða tøð ikki nýtt í framleiðsluni. Hetta merkir at hampur er vistfrøðiligt dyrkað, tó er sjáldan peningur nýttur til at góðkenna hamptoyið.
Fyrimunir: Sýgur sera væl, antibakterielt, kølandi, fyllir lítið
Vansar: Leingi um at torna, dýrt samanborið við bummull -
Mikrotrevjar (mikrofibur)
Mikrotrevjar eru ruflutir á yvirflatuni og kennast tískil ikki góðir móti húðini. Tí skulu mikrotrevjainnlegg altíð í ein lumma ella dekkast væl við onkrum, sum er gott móti húðini, til dømis fleece. Mikrotrevjar súgva øgiliga skjótt, men fær ikki so væl hildið uppá nógvari vesku í sær sjálvum. Tí er gott at nýta innlegg úr bambus, bummull ella hamp, sum súgva væl, undir.
Fyrimunir: Tornar skjótt, sýgur væl, bíligt
Vansar: Syntetiskt -
PUL
PUL stendur fyri Polyurethane Laminate og er eitt tunt, vatntætt lag (eisini rópt skel ella cover), sum verður nýtt uttaná súgvandi løgunum. Eisini kann lagið vera fjalt millum onnur løg av tilfari.
Sjálvt PUL-lagið er eitt slag av vatntetting, sum er gjørt av plasti og kemiskt bundið til tekstil.
PUL tolir ikki høgan hita, tá lagið í longdini verður oyðilagt. Tískil skulu PUL skeljar helst ikki í turkitrumlu ella heingjast á radiatorin.
Fyrimunir: Vatntætt
Vansar: Syntetiskt -
TPU
TPU stendur fyri Thermoplastisk Polyurethan og er eitt tunt, vatntætt lag (eisini rópt skel ella cover), sum verður nýtt uttaná súgvandi løgunum. Eisini kann lagið vera fjalt millum onnur løg av tilfari.
Sjálvt TPU-lagið er eitt slag av vatntetting, sum er gjørt av plasti og er bundið til tekstil við hita. Altso eru ikki eins nógv kemisk evni í framleiðsluni av TPU, og er hetta tískil nakað burðardyggari enn PUL.
TPU tolir ikki høgan hita, tá lagið í longdini verður oyðilagt. Tískil skulu TPU skeljar helst ikki í turkitrumlu ella heingjast á radiatorin.
Fyrimunir: Vatntætt
Vansar: Syntetiskt
Trýstknappar ella karðalás?
Tað sera individuelt, um mann dámar betur trýstknappar ella karðalás. Vónandi fær hetta yvirlitið yvir fyrimunir og vansar hjálpt tær at velja tað rætta fyri tykkum:
-
Trýstknappar
Fyrimunir: Børn duga ikki at lata knapparnar upp, halda longri
Vansar: Verri at justera, kunnu vera torførir at knappa, stovnar fyritrekkja ofta karðalás -
Karðalás
Fyrimunir: Lætt at justera, lætt at lata aftur, stovnar fyritrekkja ofta karðalás
Vansar: Børn duga ofta sjálvi at lata karðalás upp, slítist við tíðini, kann hanga fast í øðrum í maskinuni
Les eisini: