Ein Snappi er ein modernað trygdarnál til toyblæur. Snappi er formað sum eitt T og hevur kløvur í hvørjum enda, sum halda blæuni uppá pláss. Tá Snappi situr, hon hann skal, er hon formað sum eitt Y. Minst til at nýta eina skel, so barnið ikki fær loyst Snappi.
Ein Snappi er í pakkanum.
Áðrenn fyrstu nýtslu
Snappi skal strekkjast í hvønn arm áðrenn fyrstu nýtlsu. Halt í miðjuni og hála einar 10 ferðir í hvønn arm. Nú er Snappi meira elastisk og klár at nýta.
Reingerð
Snappi verður reingjørd í heitum vatni og sápu, um hon er blivin skitin. Snappi má ongantíð vaskast saman við toyblæum - hetta oyðileggur bæði blæur og Snappi.