Mammulig
Leigupakkin til nýføðingar
Leigupakkin til nýføðingar
Húðin hjá nýføðinginum er serliga sart og tí er eitt gott hugskot, at nýta toyblæur til lítla, nýggja barnið. Sum nýbakað foreldur, skulu tit ikki hugsað um at keypa blæur - leiga í staðin ein toyblæupakka til nýføðingin frá Mammulig í 8 vikur. Pakkin kostar 800 kr fyri 8 vikur + 500 kr í depositum (umframt møguligan veitingarkostnaða).
Eg viðmæli tær at lesa alt, tú hevur tørv á at vita um toyblæur, ymsu sløgini av toyblæum og tilfari og toyblæuorðabókina - so ert tú til reiðar.
Hví nýta toyblæur?
Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Til dømis kann nevnast at:
- Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.
- Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka.
- Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.
- At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.
- At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)
Hetta er í pakkanum:
- 24 Elskbar Natural Newborn
- 7 formseymaðar blæur frá Little Lamb, stødd 1
- 4 skeljar frá Little Lamb, stødd 1
- Bambusinnlegg frá Little Lamb
- Fleeceinnlegg
- 2 lítlir vátposar
- 1 stórur vátposi
Treytir
- Royndarpakkin kostar 800 kr + møguligan veitingarkostnaða
- 500 kr verða settar í veð á tínari konto, tá tú bíleggur.
- Toyblæurnar skulu latast aftur í sama standi, sum tá tú fekk tær.
- Toyblæurnar skulu vaskast við vaskievni uttan anga (nýt heldur ikki bleikievni ella edik) - annars verður alt depositumið trekt.
- Toyblæurnar mugu ikki turkast í turkitrumlu - annars verður alt depositumið trekt.
- Snappi má ikki vaskast saman við toyblæunum - hetta oyðileggur bæði toyblæurnar og Snappi. Verður Snappi skitin, skola so við heitum vatni og sápu. Les annars hvussu tú vaskar toyblæur her.
- Pakkin skal latast aftur í seinasta lagi 8 vikur eftir móttøku.
- Verða blæurnar latnar aftur ov seint, verður meirkostnaður á 100 kr fyri hvønn dag kravdur.
- Legg til merkis at royndarpakkin ikki verður roknaður sum ein vøra í mun til markið á 900 kr fyri ókeypis veiting. Veitngargjaldið á 54 kr verður trekt av deposituminum, um pakkin skal sendast.
Fyribils er bert ein leigupakki til nýføðing og bíðitíð kann tí koma fyri. Er hann útlændur í løtuni, ert tú vælkomin at senda mær eini boð - so sigi eg tær frá, tá pakkin er tøkur aftur.
Lýsing
Lýsing
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Tilfar
Tilfar
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share
