Vátposi - Luxe
Vátposi - Luxe
Vátposi - Luxe
Vátposi - Luxe
Vátposi - Luxe
Vátposi - Luxe

Vátposi - Luxe

Vanligur prísur 115,00 kr Spar 0%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 1 eftir á goymslu!
  • Ein luksus vátposi, sum er klæddur við mótliti, sum gevur eitt snøgt snið
  • Ein lítil vátposi á 30x15cm við 7cm 3D botni
  • Hevur ein stropp og kann festast á t.d. barnavognin
  • Gjørdur úr vatntøttum PUL

Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur ella bind í. Tá posin er fullur av skitnum blæum ella bindum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.

Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!

Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!

Bygnaður

 Ein lítil vátposi á 30x15cm við 7cm botni við vøkrum mynstri. Innan er vátposin klæddur við mótliti, sum gevur posanum eitt sera vakurt look. Hesin vátposin er eisini sera hentur at brúka sum toilettasku.

Stødd

30x15cm við 7cm botni

Tilfar

100% Polyester við PUL

Kanska tær eisini dámar hetta