Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize
Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize

Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize

Vanligur prísur 225,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 138): Computation results in '-Infinity'%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 6 eftir á goymslu!
  • Hóskar til børn sum viga umleið 4-16 kg
  • Verður latin aftur við karðalási
  • 3x4 røðir av trýstknappum framman at stilla støddina
  • Við silkimjúkum og liðiligum PUL uttan

Bygnaður

Lummablæan frá EcoMini er OneSize og hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg. Støddin á blæuni verður stillað við trýstknappum framman á blæuni (S/M/L/XL). Blæan verður latin aftur við karðalási framman.

Lummablæan hevur ein lumma aftan í blæuni, har til ber at koyra súgvandi innlegg í. Eitt innlegg við fýra súgvandi løgum fylgir við hvørjari blæu. Til ber at brúka fleiri ella onnur innlegg eftir tørvi.

Skelin er klødd við einum lagi av Coolmax, sum er sera mjúkt móti húðini og hevur StayDry effekt, so barnið ikki kennir seg vátt.

Uttan er blæan klødd við silkimjúkum og liðiligum PUL, sum ger blæuna vatntætta.

Aðrir møguleikar

  • Vanlig nýtsla:  Koyr eitt innlegg í lumman.
  • Stórpissari: Koyr tvey ella fleiri innlegg í lumman, um barnið pissar nógv, ella blæan verður brúkt um náttina.
  • Svimjiblæa:  Brúka skelina uttan innlegg, sum svimjiblæu.
  • Blæuavvenjing: Legg innleggið omaná skelina (og ikki í lumman), so barnið følir, at tað gerst vátt, tá tað pissar.

Tornar skjótt

Lummablæur torna skjótt, av tí at innleggini eru leys frá blæuni. Tað kann vera neyðugt at taka innleggini úr skelini,áðrenn blæan verður koyrd til vask, um vaskimaskinan ikki sleingir tey úr. Minst til at lata karðalásið aftur, so tað ikki slítir annað í maskinuni.

    Tilfar

    Innan: Coolmax (100% Polyester)

    Uttan: PUL

    Innlegg: 2 løg av mikrofibur innaní 2 løgum av bambus/bummull (70% Bambusviskosa / 30% Bummull)

    Sí vaskivegleiðing her.

    Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

    Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

    Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

    Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

    Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

    Stripping av blæum

    Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.