EcoMini

Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize

Coolmax lummablæa v/ karðalási - OneSize

Vanligur prísur 249,00 kr
Vanligur prísur 249,00 kr Útsølu prísur 249,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Mynstur

Lummablæan frá EcoMini hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg og er klødd við Coolmax, sum er sera mjúkt móti húðini og hevur StayDry effekt, so barnið ikki kennir seg vátt.

Lýsing

  • Hóskar til børn sum viga umleið 4-16 kg
  • Verður latin aftur við karðalási
  • 3x4 røðir av trýstknappum framman at stilla støddina
  • Við silkimjúkum og liðiligum PUL uttan

Skelin er klødd við einum lagi av Coolmax, sum er sera mjúkt móti húðini og hevur StayDry effekt, so barnið ikki kennir seg vátt.

Uttan er blæan klødd við silkimjúkum og liðiligum PUL, sum ger blæuna vatntætta.

Aðrir møguleikar

Vanlig nýtsla:  Koyr eitt innlegg í lumman.

Stórpissari: Koyr tvey ella fleiri innlegg í lumman, um barnið pissar nógv, ella blæan verður brúkt um náttina.

Svimjiblæa:  Brúka skelina uttan innlegg, sum svimjiblæu.

Blæuavvenjing: Legg innleggið omaná skelina (og ikki í lumman), so barnið følir, at tað gerst vátt, tá tað pissar.

Tornar skjótt

Lummablæur torna skjótt, av tí at innleggini eru leys frá blæuni. Tað kann vera neyðugt at taka innleggini úr skelini,áðrenn blæan verður koyrd til vask, um vaskimaskinan ikki sleingir tey úr. Minst til at lata karðalásið aftur, so tað ikki slítir annað í maskinuni.

Nýtsla

Lummablæan frá EcoMini er OneSize og hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg. Støddin á blæuni verður stillað við trýstknappum framman á blæuni (S/M/L/XL). Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.

Lummablæan hevur ein lumma aftan í blæuni, har til ber at koyra súgvandi innlegg í. Eitt innlegg við fýra súgvandi løgum fylgir við hvørjari blæu. Til ber at brúka fleiri ella onnur innlegg eftir tørvi.

Stødd/Mongd

Lummablæan frá EcoMini er OneSize og hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg.

Tilfar

Innan: Coolmax (100% Polyester)
Uttan: PUL
Innlegg: 2 løg av mikrofibur innaní 2 løgum av bambus/bummull (70% Bambusviskosa / 30% Bummull)

Vaskivegleiðing

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.