Little Lamb
Lummablæa - Stødd 3
Lummablæa - Stødd 3
- 199,00 kr 249,00 kr
- 199,00 kr 249,00 kr
- 199,00 kr 249,00 kr
Lummablæan frá Little Lamb fæst í trimum støddum fyri at fáa besta passform til barnið. Blæan fyllur lítið á rumpuni og tornar skjótt.
Lýsing
Lýsing
Uttast er blæan klødd við vatntættari PUL, sum fæst í ymsum litum. Eitt prefold úr bambusi fylgir við, sum kann leggjast í lumman aftan í blæuni. Ovasta lagið í blæuni er mikrofleece, sum skjótt leiðir veskuna víðari niður í innleggið í lummanum, so barnið kennir seg turt.
Blæan hevur lekaverju við beinopini og lastikk í kantunum, fyri at sita væl og halda øllum inni.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Blæan fæst í trimum støddum:
- Stødd 1: 3-9 kg
- Stødd 2: 9-17 kg
- Stødd 3: 16+ kg
Tilfar
Tilfar
Uttasta lagið: 100% Polyester (laminerað við polyurethan)
Innan: 100% Polyester (Fleece)
Innlegg: 90% Bambusviskosa / 10% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)