EcoMini
Dupultur vátposi - Stroller
Dupultur vátposi - Stroller
Dupultur vátposi at goyma eitt nú skitnar blæur í. Dupultir vátposar eru snildir at handfara til dømis reinar og skitnar blæur ella turrir og vátir lappar. Goym reinu blæurnar í øðrum rúminum og tær skitnu í hinum.
Lýsing
Lýsing
- Ein miðal vátposi á 30x40cm og ein mini vátposi á 14x17cm
- Hevur tveir stroppar og kann festast á barnavognin
- Gjørdur úr vatntøttum PUL
Miðal vátposin frá EcoMini er 30x40cm og rúmar umleið 7 toyblæur og hevur tvey rúm, so til ber at goyma reint og skitið á sama staði.
Ein mini vátposi stødd 14x17cm fylgir við Stroller vátposanum. Posin kann festast í minna lummanum á miðal vátposanuk ella knappast úr eftir tørvi. Upplagt stað at goyma smálutir, tá tit eru á ferð.
Vátposin hevur tveir stroppar, so til ber at heingja posan á varnavognin, handklæðsstongina osfr.
Nýtsla
Nýtsla
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toybind og toyblæur. Nýt eisini posan til lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
30x40cm
Rúmar umleið 7 toyblæur.
Tilfar
Tilfar
100% Polyester (laminerað við polyurethan)
YKK snarlás
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Lat posan upp og legg í vaskimaskinuna. Vaska við upp til 60ºC
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Share



