Persóndatapolitikkur
Fyri at keypa á Mammulig.fo, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:
- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Teldupost
Vit nýta hesar upplýsingar, tá vit skulu veita tær vøruna. Persónsupplýsingar verða goymdar í 5 ár og verða síðani strikaðar. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar er hetta altíð eftir at tú, sum kundi hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita hvørjar upplýsingar skulu nýtast og hví.
Eigarin, Una Nielsdóttir Galán, er tann einasta, sum hevur atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava um teg.
Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur. Teir eru einans goymdir í okkara kundasavni.
Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar.
Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseta vit tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.
Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til mammulig@gmail.com
Cookies
Á Mammulig nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum, so skipanin t.d. kann minnast, hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind.