4 vørur
Eftirføðingarpakkin
Fert tú at vitja eina nýbakaða mammu? Ella kanska í babyshower? So er hetta upplagda gávan at hava við til hennara!
Hetta er í pakkanum:
- 3 stór toybind frá ImseVimse
- 3-5 pør mjúk endurnýtilig geviinnlegg frá annaðhvørt Little Lamb ella ImseVimse
- Búkkrem frá Isangs, sum eisini er sera gott at smyrja á viðbreknar bróstvortur í samband við bróstageving og babyrumpuna
Keypir tú hendan pakkan, ber til at fáa ein valfrían vátposa afturat fyri -12% afturat. Sí úrvalið her.
Trýst á leinkjurnar omanfyri, fyri at lesa meira um hvørja einstøku vøru.
Skriva tíni ynski um litir/mynstur, tá tú kemur til kassan. Skrivar tú eingi ynski, verða tilvildarligar vørur valdar.
Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Leigupakkin til nýføðingar
PAKKIN ER TØKUR AFTUR Í FEBRUAR 2025 (er útleigaður apríl-juni 2025)
Húðin hjá nýføðinginum er serliga sart og tí er eitt gott hugskot, at nýta toyblæur til lítla, nýggja barnið. Sum nýbakað foreldur, skulu tit ikki hugsað um at keypa blæur - leiga í staðin ein toyblæupakka til nýføðingin frá Mammulig í 8 vikur. Pakkin kostar 800 kr fyri 8 vikur + 500 kr í depositum (umframt møguligan veitingarkostnaða).
Eg viðmæli tær at lesa alt, tú hevur tørv á at vita um toyblæur, ymsu sløgini av toyblæum og tilfari og toyblæuorðabókina - so ert tú til reiðar.
Hví nýta toyblæur?
Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Til dømis kann nevnast at:
- Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.
- Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka.
- Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.
- At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.
- At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)
Hetta er í pakkanum:
- 24 Elskbar Natural Newborn
- 7 formseymaðar blæur frá Little Lamb, stødd 1
- 4 skeljar frá Little Lamb, stødd 1
- Bambusinnlegg frá Little Lamb
- Fleeceinnlegg
- 2 lítlir vátposar
- 1 stórur vátposi
Treytir
- Royndarpakkin kostar 800 kr + møguligan veitingarkostnaða
- 500 kr verða settar í veð á tínari konto, tá tú bíleggur.
- Toyblæurnar skulu latast aftur í sama standi, sum tá tú fekk tær.
- Toyblæurnar skulu vaskast við vaskievni uttan anga (nýt heldur ikki bleikievni ella edik) - annars verður alt depositumið trekt.
- Toyblæurnar mugu ikki turkast í turkitrumlu - annars verður alt depositumið trekt.
- Snappi má ikki vaskast saman við toyblæunum - hetta oyðileggur bæði toyblæurnar og Snappi. Verður Snappi skitin, skola so við heitum vatni og sápu. Les annars hvussu tú vaskar toyblæur her.
- Pakkin skal latast aftur í seinasta lagi 8 vikur eftir móttøku.
- Verða blæurnar latnar aftur ov seint, verður meirkostnaður á 100 kr fyri hvønn dag kravdur.
- Legg til merkis at royndarpakkin ikki verður roknaður sum ein vøra í mun til markið á 900 kr fyri ókeypis veiting. Veitngargjaldið á 54 kr verður trekt av deposituminum, um pakkin skal sendast.
Fyribils er bert ein leigupakki til nýføðing og bíðitíð kann tí koma fyri. Er hann útlændur í løtuni, ert tú vælkomin at senda mær eini boð - so sigi eg tær frá, tá pakkin er tøkur aftur.
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta natron, vaskisoda ella natriumpercarbonat, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.
Soleiðis gert tú:
- Vaska blæurnar sum vant.
- Fyll eina stóra balju ella baðikar við heitum (ikki kókandi) vatni.
- Koyr hálvan til heilan kopp av natron/vaskisoda/natriumpercarbonat í heita vatni og rør, til tað er upployst.
- Koyr vaskievni í vatni. Fylg mongdarvegleiðingini á pakkanum. Hetta stigið kann loypast um.
- Koyr reinu blæurnar í vatni og syrg fyri, at allar eru undir vatni.
- Lat blæurnar liggja á bloti í minst 4-6 tímar ella enn betur: yvir nátt. Rør gjarna runt í vatninum leypandi.
- Tak blæurnar úr vatninum og skola tær væl í reinum vatni. Tendra møguliga eitt skoliprogramm á vaskimaskinuni nakrar ferðir.
- Vaska blæurnar í vaskimaskinuni og turka, sum vant.
- So eru blæurnar aftur klárar at brúka!
Royndarpakkin - Blandaðar toyblæur
Royn toyblæur í 14 dagar! Ein pakki við einum sindri av hvørjum, so tú kanst royna alt og soleiðis finna út av, hvat tykkum dámar best. Tað er ókeypis at leiga pakkan, tó verður 500 kr kravt í depositum umframt møguligan veitingarkostnaða.
Eg viðmæli tær at lesa alt, tú hevur tørv á at vita um toyblæur, ymsu sløgini av toyblæum og tilfari og toyblæuorðabókina - so ert tú til reiðar.
Hví nýta toyblæur?
Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Til dømis kann nevnast at:
- Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.
- Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka.
- Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.
- At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.
- At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)
Hetta er í pakkanum:
- 8 Elskbar Natural Snap-In
- 6 Elskbar Cover-All
- 8 Elskbar prefolds
- 1 EcoMini Coolmax lummablæa v/ trýstknappum
- 1 EcoMini Coolmax lummablæa v/ karðalási
- 1 EcoMini formseymað blæa
- 6 formseymaðar blæur frá Little Lamb (tvær av hvørjari stødd (S, M og L))
- 6 formaðir boostarar úr hampi frá Little Lamb
- 1 rulla við blæupappíri
- 1 vátposi við snarlási
- 1 stórur vátposi
- 1 Elskbar pusliundirlag
Treytir
- Royndarpakkin er ókeypis.
- 500 kr fyri depositum verða traktar av tínari konto, tá pakkin er sendur. Peningurin verður endurgoldin, tá pakkin er afturkomin.
- Toyblæurnar skulu latast aftur í sama standi, sum tá tú fekk tær.
- Toyblæurnar skulu vaskast við vaskievni uttan anga (nýt heldur ikki bleikievni ella edik) - annars verður depositumið ikki endurgoldið.
- Toyblæurnar mugu ikki turkast í turkitrumlu - annars verður depositumið ikki endurgoldið.
- Pakkin skal latast aftur í seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku.
- Verða blæurnar latnar aftur ov seint, verður meirkostnaður á 100 kr fyri hvønn dag kravdur.
- Legg til merkis at royndarpakkin ikki verður roknaður sum ein vøra í mun til 500-kr-markið fyri ókeypis veiting. Veitngargjaldið á 54 kr verður trekt av deposituminum, um pakkin skal sendast.
Fyribils er bert ein royndarpakki og bíðitíð kann tí koma fyri. Er hann útlændur í løtuni, ert tú vælkomin at senda mær eini boð - so sigi eg tær frá, tá pakkin er tøkur aftur.