Leigupakkin til nýføðingar

Leigupakkin til nýføðingar

Vanligur prísur 1.300,00 kr Spar Liquid error (snippets/product-template line 138): Computation results in '-Infinity'%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 94 eftir á goymslu!

PAKKIN ER TØKUR AFTUR Í AUGUST 2024

Húðin hjá nýføðinginum er serliga sart og tí er eitt gott hugskot, at nýta toyblæur til lítla, nýggja barnið. Sum nýbakað foreldur, skulu tit ikki hugsað um at keypa blæur - leiga í staðin ein toyblæupakka til nýføðingin frá Mammulig í 8 vikur. Pakkin kostar 800 kr fyri 8 vikur + 500 kr í depositum (umframt møguligan veitingarkostnaða).

Eg viðmæli tær at lesa alt, tú hevur tørv á at vita um toyblæurymsu sløgini av toyblæum og tilfari og toyblæuorðabókina - so ert tú til reiðar.

Hví nýta toyblæur?

Tað eru fleiri fyrimunir við toyblæum. Til dømis kann nevnast at:

  1. Fyri heilsuna er eingin ivi um, at toyblæan er betra valið, tí við toyblæuni sleppur tú og títt barn undan fleiri kemiskum evnum, sum ikki eru heilt vandaleys.
  2. Súri lukturin úr einnýtisblæum er ikki at finna í toyblæum. Orsøkin er, at húðin fær andað í toyblæum. Lukturin, sum er í einnýtisblæum, stavar frá fuktini, sum blívur inniloðka.
  3. Toyblæurnar kennast góðar hjá barninum at vera í. Mjúka toyið kennist væl og ein blæa, sum situr væl, gnaddar ikki. Toyblæur fáast í alskyns sniðum og tískil ber til at finna júst tí røttu til barnið.
  4. At endurnýtsla er góð, er neyvan nakar, ið ivast í. Og tað at nýta toyblæur er avgjørt eitt gott fet á leiðini at endurnýta. Hetta eisini tí, at toyblæur kunnu nýtast til fleiri børn í fleiri ár.
  5. At nýta toyblæur til dagligt krevur eitt øðrvísi slag av tilrættislegging, í mun til einnýtistblæur. Hetta einamest tí, at blæurnar skulu vaskast. Men hinvegin skalt tú bara keypa blæur einaferð, og tær nýtist ikki at fara út við skitu blæunum fleiri ferðir um dagin ;-)

Les meira her.

Hetta er í pakkanum:

Treytir

  • Royndarpakkin kostar 800 kr + møguligan veitingarkostnaða 
  • 500 kr verða settar í veð á tínari konto, tá tú bíleggur.
  • Toyblæurnar skulu latast aftur í sama standi, sum tá tú fekk tær.
  • Toyblæurnar skulu vaskast við vaskievni uttan anga (nýt heldur ikki bleikievni ella edik) - annars verður alt depositumið trekt.
  • Toyblæurnar mugu ikki turkast í turkitrumlu - annars verður alt depositumið trekt.
  • Snappi má ikki vaskast saman við toyblæunum - hetta oyðileggur bæði toyblæurnar og Snappi. Verður Snappi skitin, skola so við heitum vatni og sápu. Les annars hvussu tú vaskar toyblæur her.
  • Pakkin skal latast aftur í seinasta lagi 8 vikur eftir móttøku.
  • Verða blæurnar latnar aftur ov seint, verður meirkostnaður á 100 kr fyri hvønn dag kravdur.
  • Legg til merkis at royndarpakkin ikki verður roknaður sum ein vøra í mun til markið á 900 kr fyri ókeypis veiting. Veitngargjaldið á 49 kr verður trekt av deposituminum, um pakkin skal sendast.

Fyribils er bert ein leigupakki til nýføðing og bíðitíð kann tí koma fyri. Er hann útlændur í løtuni, ert tú vælkomin at senda mær eini boð - so sigi eg tær frá, tá pakkin er tøkur aftur.

Sí vaskivegleiðig her.

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.

    Customer Reviews

    Based on 2 reviews
    100%
    (2)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    0%
    (0)
    V
    Victoria Neshamar
    Góður pakki

    Ordiliga lekrar vørur og nokk av blæum og vátposum. Behagiligar hjá barninum at vera í. Upplivdi ongantíð at barnið hevði reyða ella irriteraða húð :-)
    8 vikur er heilt passalig tíð at hava blæurnar, tí tá byrja tey at passa OneSize blæur. Vit høvdu ongar trupulleikar við at barnið ikki passaði vanligir bodystockar/buksur.

    Man skal vera innstillaður uppá at tað krevur eitt sindur av tíð at vaska og hanga upp at turka. Men man sparir nógvar pengar í mun til at keypa einnýtis blæur.

    J
    Jóna Venned
    Genial loysn!

    Hetta er ein genial loysn at byrja við, tí tú sleppur undan at keypa blæur sum barnið bara kemur at passa í umleið tveir mánaðir, og so fært tú eisini roynt blæunar og gjørt tær nakrar tankar um, um hetta er nakað, sum passar til tykkum.

    Eg var seld beinaveg, serliga tí at blæunar eru nógvar ferðir penari og síggja fittari út, enn tær vanligu einnýtisblæunar, men eisini tí at tær virka behagiligari móti húðini. Ró fekk ongangtíð reyða rumpu, meðan vit brúkt toyblæunar - og tað besta av tí heila: onga fulla skrellispann.

    Eg var eitt sindur bangin fyri, um hon fór at pissa ígjøgnum um náttina, men tað hendi faktist ikki einaferð. Skeptiski sjeikurin bleiv eisini umvendur, tá hann sá at blæunar faktiskt blívu reinar aftur, tá tær høvdu verið í vaskimaskinuni, og at tað er faktistk ikki so nógv meira innviklað, enn at brúka einnýtisblæur.

    Tað einasta sum vit hildu vera eitt sindur keðiligt, er at blæurnar fylla nokso nógv, og at rumpan verður dupult so stór, sum annars. Tað gjørdi so, at vit máttu skifta onkur klæðir hjá henni út, tí tey vóru simpulten for lítil tá toyblæan var á.