Leyp til vørulýsing
NaN -Infinity

Elskbar

Cover All - OneSize

Cover All - OneSize

Vanligur prísur 229,50 kr
Vanligur prísur 255,00 kr Útsølu prísur 229,50 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Mynstur: Butterfly Pea

Skelin frá Elskbar er ein OneSize skel, sum hóskar seg til børn, sum viga umleið 6-16 kg.

Ofta keypt saman
Cover All - OneSize
Cover All - OneSize
229.50 kr
255.00 kr
Lappar - Vistfrøðilig bummull (10 stk)
Lappar - Vistfrøðilig bummull (10 stk)
189.00 kr
Miðal vátposi
Miðal vátposi
185.00 kr
Dupultur vátposi - Stroller
Dupultur vátposi - Stroller
249.00 kr
Vátposi at heingja
Vátposi at heingja
325.00 kr

Til ber at heinta á Mammulig

Usually ready in 24 hours

Elskbar Cover All hóskar til børn, sum viga umleið 6-18 kg. Framman eru tríggjar røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á skelini. Á henda hátt kann skelin vaksa við barninum. Eisini verður hon latin aftur við tveimum røðum av trýstknappum framman.

Innan eru flappar bæði framman og aftan, sum halda innlegginum uppá pláss. Flapparnir eru úr polyester uttan TPU-laminering, so teir eru mjúkir og tunnir.

Sum nakað heilt serligt og sum ongantíð er sæð áður, eru eisini seks knappar undir hesum flappum, sum innlegg kunnu knappast í. Tríggir knappar framman og tríggir aftan. Skelin kann nýtast til innlegg sum hava ein ella tveir knappar og kann tí nýtast til innlegg frá øllum toyblæumerkjum.

Skelin er úr tveimum løgum av TPU, sum gera hana eyka vatntætta. Um beinopini er dupult lekaverja, sum heldur øllum inni. Dupulta lekaverjan er eisini úr tveimum løgum av TPU - hetta er sera nýhugsandi og ikki sæð áður í skeljum. Hetta sniðið ger skelina eyka tætta og er tískil sera vælegnað til børn, sum pissa nógv.

Innara lagið av TPU er svart, sum gevur skelini snøgga og reina útsjónd.

Hetta er ein sonn luksus skel, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum.

GG! Innlegg fylgja ikki við tey eru at finna her.

Hóskar til børn, sum viga umleið 6-18 kg.

100% Polyester við TPU-laminat

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)