Leyp til vørulýsing
NaN -Infinity

GroVia

BIG O.N.E. - OneSize

BIG O.N.E. - OneSize

Vanligur prísur 300,30 kr
Vanligur prísur 429,00 kr Útsølu prísur 300,30 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Litur

Ein størri útgáva av O.N.E. blæuni frá Grovia.

 


O.N.E. stendur fyri Outlast closure, No prep and Easy to use. Tað vil siga: Varandi afturlating, eingin fyrireiking (áðrenn fyrstu nýtslu) og løtt at brúka.

Hetta er ein slóðbrótandi toyblæa, av tí at hon bæði hevur trýstknappar og karðalás, har tú sjálv velur, hvat tú ynskir at nýta. Røðin við karðalásinum kann knappast av, um tú ikki ynskir at nýta tað.

Súgvievni

Hetta er ein blæa við sera góðum súgvievni og kann blæði nýtast um dagin og náttina. Um náttina brúkar tú bæði innleggini, sum fylgja við blæuni, meðan um dagin nýtist møguliga bert annað. Blæan og innleggini eru klødd við mikrofleece, sum skjótt leiðir veskuna víðari í súgvandi løgini, so húðin kennist turr, hóast barnið hevur pissað.

Hetta er ein OneSize blæa, sum hóskar til børn sum viga umleið 16-32 kg og riggar bæði til børn við tjúkkum og klønum lørum.

Skel: 100% Vatntætt Polyester við TPU, sum er fóðra við 100% Polyester mikrofleece innan
Innlegg: Vistfrøðilig Bummull við StayDry (Mikrofleece)

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)