BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)
BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)

BIG O.N.E. - OneSize (Introprísur)

Vanligur prísur 299,00 kr Útsøluprísur 269,00 kr Spar 10%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 3 eftir á goymslu!

Ein størri útgáva av O.N.E. blæuni frá Grovia.

O.N.E. stendur fyri Outlast closure, No prep and Easy to use. Tað vil siga: Varandi afturlating, eingin fyrireiking (áðrenn fyrstu nýtslu) og løtt at brúka.

Hetta er ein slóðbrótandi toyblæa, av tí at hon bæði hevur trýstknappar og karðalás, har tú sjálv velur, hvat tú ynskir at nýta. Røðin við karðalásinum kann knappast av, um tú ikki ynskir at nýta tað.

Bygnaður

Hetta er ein OneSize blæa, sum hóskar til børn sum viga umleið 16-32 kg og riggar bæði til børn við tjúkkum og klønum lørum.

Blæan verður latin aftur framman og tú avgert sjálv, um tað er við karðalási ella trýstknappum - røðin við karðalási kann nevniliga knappast á og av.

Tvey innlegg úr bummull fylgja við blæuni. Innleggini kunnu knappast saman og í blæuna við trýstknappum.

Blæan hevur lastikk um beinopini og í rygginum, fyri at sita væl og halda øllum inni.

Framman eru trýggjar røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á blæuni.

Uttan er blæan annahvørt klødd við polyester ella mjúkum velouri (Buttah). Vatntætta lagið er úr TPU. 

Súgvievni

Hetta er ein blæa við sera góðum súgvievni og kann blæði nýtast um dagin og náttina. Um náttina brúkar tú bæði innleggini, sum fylgja við blæuni, meðan um dagin nýtist møguliga bert annað. Blæan og innleggini eru klødd við mikrofleece, sum skjótt leiðir veskuna víðari í súgvandi løgini, so húðin kennist turr, hóast barnið hevur pissað.

Tilfar

Skel: 100% Vatntætt Polyester við TPU, sum er fóðra við 100% Polyester mikrofleece innan

Innlegg: Vistfrøðilig Bummull við StayDry (Mikrofleece)

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.