2 vørur
Vátposi at heingja
Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur í. Tá posin er fullur av skitnum blæum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Bygnaður
Stórur vátposi á 40x70cm sum rúmar umleið 25 toyblæur. Vätposin er gjørdur úr 4 løgum av vatntøttum PUL. 2 løg framman og 2 løg aftan, so posin er serliga sterkur og harðførur. Posin hevur tveir stroppar og hann heingjast t.d. aftanfyri hurðina ella á ein knaka.
Stødd
40x70cm
Rúmar umleið 25 toyblæur
Tilfar
100% Polyester (laminerað við polyurethan)
YKK snarlás
Váttaska
Niðursett orsaka av holi, sí mynd
Váttaskan frá Elskbar er ein vøkur taska at goyma reinar toyblæur í, meðan ein vátposi er til skitnar toyblæur.
Henda váttaskan rúmar sjey toyblæum. Váttaskan hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Ein váttaska kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt taskuna til klæði, beriselan ella fetilin, bróstpumpuna, leikur, toiletlutir, svimjiklæði o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta váttasku, er eingin vegur aftur. Tær eru simpelthen so snildar og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
H17xW14xL27 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)