Little Lamb
Náttblæupakkin - 5 skift
Náttblæupakkin - 5 skift
- 1.116,05 kr 1.313,00 kr
- 1.116,05 kr 1.313,00 kr
- 1.116,05 kr 1.313,00 kr
Byrjanarpakki við fimm formseymaðum blæum og einari skel frá Little Lamb. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.
Til ber at heinta á Smillavegur 9, Vágur
Vanliga klárt innan 24 tímar
Lýsing
Lýsing
Little Lamb formseymað blæa
Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan innleggini eru seyma fast í stødd 2 og 3.
Skriva í viðmerkingarteigin, hvørja stødd og mynstur, tá tú fert til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum støddum og mynstrum.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Hetta er í pakkanum:
Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum:
- Stødd 1: 3-9 kg
- Stødd 2: 8-16 kg
- Stødd 3: 16+ kg
Tilfar
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)