3 vørur
Dagbind (3 stk)
Bindið er av fýra løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka.
Bindið sýgur væl og er væl egnað til vanliga bløðing um dagin ella lætta bløðing um náttina.
Fest bindið við trýstknappi undir trussunum. Tveir stillingsmøguleikar eru.
Trý toybind eru í pakkanum.
Mát
25x8,5 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.
Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.
Endurnýtiligar rondellur - Dupultar (10 stk)
Stórar og sera mjúkar rondellur, ið súgva nógva vætu til sín og kunnu vaskast og brúkast aftur og aftur. Hjálp umhvørvi okkara og skift til endurnýtiligar rondellur.
10 rondellur eru í pakkanum.
Nýtsla
Koyr eitt sindur av makeupreinsara á eina reina rondellu og turka síðani smyrsli av. Koyr í vaskiposan - vaska - og byrja umaftur. Kann brúkast aftur og aftur og aftur...
Stødd
90 mm
Tilfar
Forsíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsjersey
Baksíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsfrotté
Vaskivegleiðig
Vaska saman við til dømis handklæðum ella klæðum. Hang á snórin ella turka í turkitrumluni við lágum hita.
Mild hand- og kropssápa - Pride
Ein serlig sápa í øllum ælabogans litum, litað við mineralliting. Sápan er grundað á olivinolju og inniheldur eisini kokusolju, sheasmør og kakaosmør og reinsar og mýkir húðina væl.
Nýtsla
Koyr á váta húð og massera til tað skúmar. Skola væl.
Tilfar