Imse + Vimse
Trussuinnlegg - Workout (3 stk)
Trussuinnlegg - Workout (3 stk)
Kenn teg trygga, meðan tú venur, við hesum snildu, lekafríu trussuinnleggunum.
Lýsing
Lýsing
Trussuinnleggið hevur eitt lag av polyester ovast, sum leiðir vætuna burtur, so tú kennir teg turra. Súgvandi lagið er úr vistfrøðiligari bummull og eitt lag av vatntøttum PUL syrgir fyri, at tú ikki lekur.
Væl egnað at nýta til eitt nú venjing í venjingarmiðstøð, ein rennitúr ella til yoga. Mjúkt og smidligt fyri besta flytiføri!
Trý trussuinnlegg eru í pakkanum.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Tilfar
Tilfar
Ovast: Polyester
Súgvandi lag: Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
Niðast: Vistfrøðilig Bummull
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share
