Little Lamb
Skel - Stødd 3
Skel - Stødd 3
Skel úr smidligum og mjúkum polyknit toyi. Skelin hevur lastikk um lørini og í rygginum, sum syrgir fyri at blæan ikki lekur - eingin eksplotión upp eftir rygginum!
Lýsing
Lýsing
Skelin er gjørd at pasa útyvir formseymaðu blæurnar frá Little Lamb, men kann eisini nýtast saman við øðrum sløgum ella merkjum.
GG! Innlegg fylgir ikki við - sí úrvalið her.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
PUL skelin fæst í stødd:
- 3: 17+ kg
Tilfar
Tilfar
PUL
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share









