Elskbar
Prefold - Natural Newborn - Bambus - Outlet
Prefold - Natural Newborn - Bambus - Outlet
Niðursett orsakað av plettum (fara helst av í vask), sí mynd.
Kann nýtast við Snappi og skel útyvir, sum innlegg í einari skel (AI2), sum boostari í náttblæuni ella sum eyka innlegg til Natural Newborn toyblæuna frá Elskbar.
Bygnaður
Prefoldin mátar 25x27 cm og er gjørd av trimum løgum av sera mjúkum og væl súgvandi bambusfrotté. Legg prefoldina dupult og fá seks súgvandi løg - ella falda í trý og fá níggju súgvandi løg.
Nýtir tú nýføðingablæuna frá Elskbar, kann tað vera hent at hava eyka innlegg. Fyrimunurin við hesum erat hava fleiri innlegg í umferð. Skeljarnar torna ofta skjótari enn innleggini, og hevur tú fleiri innlegg enn skeljar, nýtist tú ikki at bíða eftir at innleggini torna. Hevur barnið bara pissað eitt sindur, tá blæan verður skift, og skelin tískil ikki er blivin vát, kanst tú eisini bert skifta innleggið og endurnýta skelina.
Hetta er sama innleggið, sum fylgir við, tá tú keypir Elskbar Natural Newborn. Einasti munur er, at hetta innleggið ikki hevur ein trýstknapp.
Mát
25x27 cm
Tilfar
85% Bambus / 15% Polyester
Lýsing
Lýsing
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Tilfar
Tilfar
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share



