Elskbar
Náttbind
Náttbind
Náttbindið frá Elskbar er stórt og vælsúgvandi, sum tú kanst kenna teg púra trygga at nýta bindið. Bindið er væl egnað til tín, sum bløðir nógv, um náttina ella eftir føðing.
Lýsing
Lýsing
Móti húðini er sera mjúkt bambusvelour, innan eru trý løg av súgvandi bambusfrotté og aftan er eitt lag av vatntøttum TPU við vøkrum mynstri, sum syrgir fyri, at eingin leki er.
Hevur tú fyrst roynt toybind, fert tú ongantíð aftur til einnýtis! Toybind klistra ikki til húðina, tá tað er heitt, lukta minni enn einnýtisbind og eru uttan skaðilig evni. Samstundis sparir tú umhvørvinum fyri einari rúgvu av einnýtisbind og -tampax.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Mát
31x7 cm
Tilfar
Tilfar
Uttan: 100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share













