Little Lamb

Formseymað fleeceinnlegg (10 stk)

Formseymað fleeceinnlegg (10 stk)

Vanligur prísur 159,20 kr
Vanligur prísur 199,00 kr Útsølu prísur 159,20 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Stødd

Vælumtókta og mjúka fleeceinnleggið frá Little Lamb - men størri. Hesi formseymaðu fleeceinnleggini dekka alla innaru síðuna av toyblæuni og eru tískil sera væl egnað at nýta um náttina, tá toyblæan kann gerast rættiliga vát.

 

    Lýsing

    Summi børn fáa lætt reyða rumpu, har orsøkin ofta er, at tey ikki tola at vera vát. Tað kann eitt fleeceinnlegg møguliga hjálpa við. Tunna innleggið leiðir veskuna burtur frá húðini og niður í súgvandi løgini. Sostatt kennist ovasta lagið í blæuni og barnið seg turt.

    Fleeceinnleggið kann eisini gera tað lættari at beina fyri skarnið. Fleece sýgur ikki og tískil er lættari at fáa skarnið av tí. Halt bert innleggið niður í kummuna, meðan tú skolar, ella nýt pappír at turka við. Innleggið verjir eisini blæuna fyri møguligum plettum. 

    Stødd/Mongd

    10 stk

    Stødd

    Stødd 1: 28x18 cm

    Stødd 2: 32x20 cm

    Tilfar

    Fleece

    Vaskivegleiðing

    Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

    Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

    Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

    Sí neyvari vaskivegleiðing her.

    Veiting

    Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

    Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

    Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

    Spurningar?

    Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)