Leyp til vørulýsing
1 4

Little Lamb

Formseymað blæa v/ karðalási - Sized

Formseymað blæa v/ karðalási - Sized

Vanligur prísur 159,20 kr
Vanligur prísur 199,00 kr Útsølu prísur 159,20 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Stødd
Bambusblæurnar frá Little Lamb eru í bíligara endanum. Eitt, sum ger hetta gjørligt, er at eitt lag av polyester, sum er eitt munandi bíligari tilfar, er millum løgini av bambus.

Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan bambusinnleggið er seymað fast í stødd 2 og 3.

    Lýsing

    GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir.Sí úrvalið av skeljum her.

    Stødd/Mongd

    • Stødd 1: 3-9 kg 
    • Stødd 2: 8-16 kg 
    • Stødd 3: 16+ kg

    Tilfar

    90% Bambus / 10% Polyester 

    Vaskivegleiðing

    Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

    Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

    Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.

    Sí neyvari vaskivegleiðing her.

    Veiting

    Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

    Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

    Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

    Spurningar?

    Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)