GroVia
Organic All In One - OneSize
Organic All In One - OneSize
Grovia Organic All In One er ein sera góð og einføld toyblæa úr vistfrøðiligari bummull. Blæan verður latin aftur í síðuni, sum ger at hon fyllir lítið um búkin og um rumpuna. Eisini fyllur hon sera lítið millum beinini.
Lýsing
Lýsing
Innan er blæan klødd við tveimum løgum av sera mjúkari bummull. Eitt innlegg er seymað fast aftan í blæuni. Framman á innlegginum er ein trýstknappur, har enn eitt innlegg kann knappast í eftir tørvi. Hvørt innlegg er úr tveimum løgum av vistfrøðiligari bummull.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Hetta er ein OneSize blæa, sum hóskar til børn, sum viga umleið 4,5-16 kg.
Tilfar
Tilfar
Skel: 100% Vatntætt Polyester við TPU, sum er fóðra við 2 løgum av Vistfrøðiligari Bummull
Innan: 4 løg av Vistfrøðiligari Bummull
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)
Share






