Hetta eru vørur, sum vit av einhvørjari orsøk ikki fáa aftur á goymslu, tá tær eru útseldar. Eisini eru vørur, sum nærkast lokadegi í hesum bólki - hetta stendur viðmerkt í vørulýsingini.
3 vørur
Náttblæupakkin - 5 skift
Byrjanarpakki við fimm formseymaðum blæum og einari skel frá Little Lamb. Vel sjálv/ur stødd og mynstur.
Hetta er í pakkanum:
- 5x Little Lamb formseymað blæa
- 2x Little Lamb skeljar (vel litir)
Little Lamb formseymað blæa
Tvey innlegg fylgja við: Eitt úr bambusfrotté og eitt mjúkt innlegg úr fleece. Í stødd 1 eru innleggini leys, meðan innleggini eru seyma fast í stødd 2 og 3.
Blæan verður latin aftur framman við karðalási og fæst í trimum støddum:
- Stødd 1: 3-9 kg
- Stødd 2: 8-16 kg
- Stødd 3: 16+ kg
Tilfar
90% Bambus / 10% Polyester
Skriva í viðmerkingarteigin, hvørja stødd og mynstur, tá tú fert til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum støddum og mynstrum.
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta natron, vaskisoda ella natriumpercarbonat, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.
Soleiðis gert tú:
- Vaska blæurnar sum vant.
- Fyll eina stóra balju ella baðikar við heitum (ikki kókandi) vatni.
- Koyr hálvan til heilan kopp av natron/vaskisoda/natriumpercarbonat í heita vatni og rør, til tað er upployst.
- Koyr vaskievni í vatni. Fylg mongdarvegleiðingini á pakkanum. Hetta stigið kann loypast um.
- Koyr reinu blæurnar í vatni og syrg fyri, at allar eru undir vatni.
- Lat blæurnar liggja á bloti í minst 4-6 tímar ella enn betur: yvir nátt. Rør gjarna runt í vatninum leypandi.
- Tak blæurnar úr vatninum og skola tær væl í reinum vatni. Tendra møguliga eitt skoliprogramm á vaskimaskinuni nakrar ferðir.
- Vaska blæurnar í vaskimaskinuni og turka, sum vant.
- So eru blæurnar aftur klárar at brúka!
Fingramáling - 12 litir
Trýggir pakkar við fýra stórum íløtum á 150g við litunum:
- Grundlitir: Reytt, blátt, grønt og gult
- Jarðlitir: Brúnt, appelsingult, hvítt og svart
- Prinsessulitir: Ljósareytt, rosa, korkalitt og turkis
Litirnir kunnu blandast saman og tynnast og nýtast á pappír, glas og træ. Mála við fingrunum ella pensil.
Málingin kann lættliga vaskast av hondunum og klæðunum. Málingin kann eisini bustast av klæðunum, tá hon er tornað.
Fingramálingin er uttan parabenir og animaliir.
Stødd á hvørjum pakka
15,50 × 14,50 × 7,50 cm
Tilfar
Matvørugóðkent tilfar og ílatingarevni: Matlitir, litevni og reinsað kálk. Tilfarið lúkar treytirnar fyri loyvdum mongdum til matvørur. Málingin er laktosufrí, men tó ikki glutenfrí. Ílatingarevni: Phenoxyethanol / Denatonium benzoate
Byrjanarpakki - Stødd 3 - Lummablæur - 9 skift
Hetta er í pakkanum:
Bygnaður
Lummablæan frá Little Lamb fyllur lítið á rumpuni og tornar skjótt.
Uttast er blæan klødd við vatntættari PUL, sum fæst í ymsum litum. Tvey bambusinnlegg fylgja við. Ovasta lagið í blæuni er mikrofleece, sum skjótt leiðir veskuna víðari niður í innleggini í lummanum, so barnið kennir seg turt.
Blæan hevur lekaverju við beinopini og lastikk í kantunum, fyri at sita væl og halda øllum inni.
Tilfar
Uttasta lagið: 100% Polyester (laminerað við polyurethan)
Innan: 100% Polyester (Fleece)
Innlegg: 90% Bambusviskosa / 10% Polyester
GG! Skriva í viðmerkingarteigin, hvørji mynstur, tú ynskir, tá tú kemur til kassan. Velur tú einki ávíst, fært til tilvildarligar vørur, alt eftir hvat er á goymslu.
Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru og mynstrum.