Toyblæur við trýstknappum
Fyrimunir: Børn duga ikki at lata knapparnar upp, halda longri
Vansar: Verri at justera, kunnu vera ringir at lata aftur, stovnar fyritrekkja ofta karðalás
2 vørur
- 100,00 kr
- 200,00 kr
- 300,00 kr
- 400,00 kr
- 500,00 kr
- 600,00 kr
- 700,00 kr
- 800,00 kr
- 900,00 kr
- 1.000,00 kr
- 1.500,00 kr
- 2.000,00 kr
- 2.500,00 kr
- 3.000,00 kr
- 279,00 kr
- 279,00 kr
- 279,00 kr
- 279,00 kr
- 279,00 kr

Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Náttbind (3 stk)
Náttbindið sýgur væl og er væl egnað at nýta um náttina ella eftir føðing.
At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.
Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.
Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.
Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.