Úrval av All-In-One, All-In-Two, formseymaðum blæum, skeljum og blæum til nýføðing.
Finn alt tilhoyrið, tær nýtist, her.
Ert tú púra nýggj/ur í toyblæuverðini? So viðmæli eg tær at lesa mína toyblæuvegleiðing.
2 vørur
Frávenjingarblæur (2 pør)
Training pants frá ImseVimse eru mentar at hjálpa børnum, sum venja seg av við blæuna. Hetta sniðið situr væl við lastikki um miðjuna, sum er klætt við bummull. Tær eru av tveimum løgum av súgvandi bummull og einum lagi av PUL, sum er vatntætt. Skuldi óhappið hent, eru klæðini altso vard. Barnið følir, tá tað verður vátt, sum hjálpir barninum at tveita blæuna.
Nýt hesar blæubuksurnar um dagin, so barnið setur tað skula pissa í samband við at tað gerst vátt í buksunum. Viðmælt er ikki at nýta hesar, tá barnið svevur, tí tær eru ikki gjørdar at halda nógvari vesku.
Vend teimum á ranguni, tá tú hevur vaskað tær.
Fáast í hesum støddum:
- L: 9-12 kg
- XL: 11-14 kg
- XXL: 13-17 kg
Tilfar
Innan: 100% Bummull
Uttan: PUL (1 lag)
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta natron, vaskisoda ella natriumpercarbonat, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.
Soleiðis gert tú:
- Vaska blæurnar sum vant.
- Fyll eina stóra balju ella baðikar við heitum (ikki kókandi) vatni.
- Koyr hálvan til heilan kopp av natron/vaskisoda/natriumpercarbonat í heita vatni og rør, til tað er upployst.
- Koyr vaskievni í vatni. Fylg mongdarvegleiðingini á pakkanum. Hetta stigið kann loypast um.
- Koyr reinu blæurnar í vatni og syrg fyri, at allar eru undir vatni.
- Lat blæurnar liggja á bloti í minst 4-6 tímar ella enn betur: yvir nátt. Rør gjarna runt í vatninum leypandi.
- Tak blæurnar úr vatninum og skola tær væl í reinum vatni. Tendra møguliga eitt skoliprogramm á vaskimaskinuni nakrar ferðir.
- Vaska blæurnar í vaskimaskinuni og turka, sum vant.
- So eru blæurnar aftur klárar at brúka!
Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.