Elskbar
Natural Newborn
Natural Newborn
Fittasta toyblæan til nýføðingin, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum, og sum hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg, dupulta lekaverju og er sera løtt at nýta. Hetta er ein luksustoyblæa til nýfødda barnið frá fyrsta degi.
Lýsing
Lýsing
Natural Newborn toyblæan er sniðgivin til nýføðingar, sum viga umleið 2,5-6 kg. Toyblæan hóskar perfekt til lítlu nýføðingarumpuna, hevur eitt mjúkt og væl súgvandi innlegg úr bambusi og er sera løtt at nýta hjá nýggjum foreldrum. Og tað er júst tað, sum er týdningarmiklast, tá ein nýtir toyblæur til nýføðing.
Serligt við hesari toyblæuni er dupulta lekaverjan, sum megnar at halda flótandi skarninum inni. Eingin vandi fyri, at blæan fer at leka!
Til ber at nýta Natural Newborn toyblæuna frá fyrsta degi og í einar tveir mánaðir - alt eftir hvussu skjótt barnið veksur.
Hetta er ein AIO blæa, har innleggini kunnu knappast úr, sum ger, at hon tornar munandi skjótari, enn aðrar AIO blæur. Øll blæan skal til vask eftir nýtslu, av tí at skelin er klødd við súgvandi tilfari. Vit kunnu kalla hetta eina Snap-In-AIO.
Justera súgvievnið
Um barnið pissar eitt sindur, kanst tú velja einans at nýta stutta innleggið, so blæan fyllir deiliga lítið.
Prefoldin er gjørd úr trimum løgum av mjúkum bambusfrotté. Barnið fær sera mjúkt tilfar móti sartu húðini. Prefoldin mátar 27x25 cm og kann faldast tríggjar ferðir, sum gevur 9 súgvandi løg. Til ber eisini bert at falda prefoldina eina ferð, so hon fyllir enn minni á rumpuni.
Soleiðis kanst tú tillaga súgvievnið til tørvin hjá barni tínum.
Stødd/Mongd
Stødd/Mongd
Natural Newborn blæan frá Elskbar er ein AIO (all-in-one) toyblæa til nýføðingin, sum vigar 2,5-6 kg. Toyblæan hevur eina vatntætta skel og eina prefold úr bambusi.
Tilfar
Tilfar
Skel
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Uttan: 100% Polyester við TPU-laminat
Innlegg
70% Bambus / 15% Polyester
Vaskivegleiðing
Vaskivegleiðing
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Vaska við upp til 60ºc. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Legg nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið.
Veiting
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.
Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.
Spurningar?
Spurningar?
Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)