4 vørur
Sápurist - Bambus
Praktisk sápurist úr bambus.
Lat sápubarrirnar standa á sápuristini, so tær sleppa at torna millum nýtslu. Á henda hátt halda sápurnar longri.
Kann bæði nýtast til sjampo, kropssápu, andlitsreins, húsarhaldssápu ella aðra fasta sápu.
Tilfar
Bambus
Lappi - Mussilin
Musselin er eitt leystvevað bummullstoy, sum gevur milda eksfoliering. Er nóg mildur til at kunna nýtast á andlitinum. Óbleiktur og ólitaður.
Mát
25x25 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig bummull
Sápa til klædnavask
Góð sápa til at vaska klæðir við hond. Sera væl egnað at taka burtur blettir og at vaska toyblæur, toybind og endurnýtilig geviinnlegg.
Sápan er hondgjørd úr m.ø. sápaðari kokusolju, sum er sera effektivt at vaska við. Tískil eru eingin kemisk evni, ílatingarevni, parabenir, litevni ella annað líknandi í.
Nýtsla
Legg plaggið á blot, gnýggja sápuna á plaggið og/ella blettin og skola væl. Sápan skal ikki nýtast til pløgg úr ull ella silki.
Tilfar
Kokosolja / Vatn / Glycerin / Olivenolja
Lappi - Frotté
Mjúkur frottélappi úr 100% vistfrøðiligari bummull. Óbleiktur og ólitaður. Vælegnaður til at vaska andlitið ella blæuskift.
Mát
30x30 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig bummull