Trussuinnlegg - Workout (3 stk)
Trussuinnlegg - Workout (3 stk)
Trussuinnlegg - Workout (3 stk)
Trussuinnlegg - Workout (3 stk)

Trussuinnlegg - Workout (3 stk)

Vanligur prísur 279,00 kr Spar 0%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 2 eftir á goymslu!

Kenn teg trygga, meðan tú venur, við hesum snildu, lekafríu trussuinnleggunum.

Trussuinnleggið hevur eitt lag av polyester ovast, sum leiðir vætuna burtur, so tú kennir teg turra. Súgvandi lagið er úr vistfrøðiligari bummull og eitt lag av vatntøttum PUL syrgir fyri, at tú ikki lekur.

Væl egnað at nýta til eitt nú venjing í venjingarmiðstøð, ein rennitúr ella til yoga. Mjúkt og smidligt fyri besta flytiføri!

Trý trussuinnlegg eru í pakkanum.

Trussuinnleggið fæst í tveimum støddum:

  • Mini: Sýgur 5 ml. Trussuinnleggið hevur ongar veingir ella knappar. Riggar best við trussum, sum sita tætt
  • Small: Sýgur 15 ml. Trussuinnleggið hevur veingir, sum verða løgd um trussurnar og festar við einum trýstknappi

Tilfar

Ovast: Polyester
Súgvandi lag: Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL
Niðast:Vistfrøðilig Bummull

Sí vaskivegleiðing her.

At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.

Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin. 

Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.