8 vørur
Miðal vátposi
Miðal vátposin frá Elskbar kann nýtast at goyma skitnar toyblæur, tá tú ert úti av húsinum. Posin rúmar 4-5 toyblæur og heldur vætu og lukti inni. Vátposin kann eisini nýtast við skiftiborðið til dagsins skitnu toyblæur.
Vátposin hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
35x30 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Dupultur vátposi
Hesin lítli vátposin er sera hentur at hava við sær út úr húsinum til eitt nú toybind ella lappar - bæði reinar og skitnar í sama vátposa.
Vátposin hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Lítli vátposin er gjørdur úr vantøttum TPU og hevur tvey einskyld rúm, sum verða latin aftur við snarlási. Tú kanst hava rein toybind ella lappar í øðrum rúminum og tey skitnu kunnu koyrast í hitt rúmið. Eisini kann vátposin rúma einari einkultari toyblæu.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara hetta. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
20x22 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Mini vátposi
Vatntættur posi at goyma eitt nú brúkt toybind í. Tá posin er fullur, letur tú hann upp og koyrir í vaskimaskinuna.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara hetta. Nýt eisini posan til lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Posin hevur eisini ein knapp á handtakinum, so posin kann knappast um eitt nú barnavognin.
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
20×15 cm
Tilfar
100% PUL
Váttaska
Váttaskan frá Elskbar er ein vøkur taska at goyma reinar toyblæur í, meðan ein vátposi er til skitnar toyblæur.
Henda váttaskan rúmar sjey toyblæum. Váttaskan hevur ein stropp við einum trýstknappi, so posin kann heingjast um til dømis barnavognin.
Ein váttaska kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt taskuna til klæði, beriselan ella fetilin, bróstpumpuna, leikur, toiletlutir, svimjiklæði o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta váttasku, er eingin vegur aftur. Tær eru simpelthen so snildar og kunnu nýtast til alt møguligt!
Stødd
H17xW14xL27 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Vátposi til spann
Vátposin hevur lastikk ovast, sum ger, at hann kann nýtast í einari spann. Lastikkið syrgir fyri, at posin situr har, hann skal.
Tá posin er fullur av skitnum blæum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Vátposin kann nýtast til nógv annað, enn bert skitnar blæur. Til dømis at bera vát og skitin klæðir heim frá stovninum, at pakka jólagávur inn við ella sum taska á strondini. Bert hugflogið setur mørk!
Stødd
75x67 cm
Tilfar
100% Polyester við TPU (thermoplastic laminate)
Gávukort
Gev eina Mammuliga, grøna gávu! Og um tú ikki veitst júst hvat tú skalt geva, so er eitt gávukort ein góð loysn. Gávukortið verður sent talgilt umvegis teldupost alt fyri eitt, og móttakarin sleppur at velja frítt millum alt okkara vøruúrval.
Ítøkilig gávukort kunnu keypast við at senda mær eini boð. So pakki eg tað pent inn og sendi tað við postinum ella geri klárt til avheintingar.
Finnur tú ikki upphæddina, tú ynskir? Skriva endiliga til mammulig@gmail.com, so gera vit hetta fyri teg.
Vátposi - Luxe
Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur ella bind í. Tá posin er fullur av skitnum blæum ella bindum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Bygnaður
Ein lítil vátposi á 30x15cm við 7cm botni við vøkrum mynstri. Innan er vátposin klæddur við mótliti, sum gevur posanum eitt sera vakurt look. Hesin vátposin er eisini sera hentur at brúka sum toilettasku.
Stødd
30x15cm við 7cm botni
Tilfar
100% Polyester við PUL
Eftirføðingarpakkin
Fert tú at vitja eina nýbakaða mammu? Ella kanska í babyshower? So er hetta upplagda gávan at hava við til hennara!
Hetta er í pakkanum:
Keypir tú hendan pakkan, ber til at fáa ein valfrían vátposa afturat fyri -12% afturat. Sí úrvalið her.
Trýst á leinkjurnar omanfyri, fyri at lesa meira um hvørja einstøku vøru.
Skriva tíni ynski um litir/mynstur, tá tú kemur til kassan. Skrivar tú eingi ynski, verða tilvildarligar vørur valdar.