Kremutur deodorantur við kisilleiri
Kremutur deodorantur við kisilleiri
Kremutur deodorantur við kisilleiri
Kremutur deodorantur við kisilleiri
Kremutur deodorantur við kisilleiri

Kremutur deodorantur við kisilleiri

Vanligur prísur 99,00 kr Spar -4%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 6 eftir á goymslu!

Natúrligur, aluminiumfríur og kremutur deodorantur. Sera sterk útgáva, ið verjir leingi. Bleytur, kremutur konsistensur, ið er lættur at smyrja á húðina.

  • Aluminiumfrítt
  • Við kisilleiri & pílrót, ið súgva vætu til sín
  • Við natron og magnesium, ið neutraliserar bakteriur, ið eru orsøk til ringan lukt
  • 24 tímars verja
  • Hetta er ikki eitt antiperspirant, ið eru góð tíðindi fyri tínar sveittakirtlar.

67% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
33% Leir & Mineralir
40% Fair trade tilfar

Nýtsla

Smyr ein fingratipp av deodoranti í einum tunnum lagi undir hvønn arm. Skal helst ikki smyrjast á irriteraða ella meiðslaða húð. Gerst húðin reyð ella irriterað, gevst so at nýta deodorantin. Goym turt. Helst ikki í beinleiðis sólarljósi. Viðmælt til allar húðtýpur.

Mongd

50ml - umleið 1,5 mánaðir við dagligari nýtlsu

Tilfar

Pílrótapulvur* / Sólblómuolja*^ / Natron / Babassuolja*^ / Kisilleir / Magnesium / Sheasmør*^ / Kakaosmør*^ / Plantu Glyserin* / (Rósmarinúrdróttur* & Sólblómuolja*)

*Góðkent vistfrøði
^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil

Pakkitilfar
Tindós úr 40% - 60% endurnýtslutilfari

Hetta er ein lýsing av signatur angunum hjá Isangs. Angablandini eru úr 100% vistfrøðiligum estiriskum oljum. Estiriskar oljur eru konsentreraðir plantuúrdráttir. Angar teirra innihalda ongantíð kunstig angaevni.

YLANG YLANG

Delikatur, eksotiskur, blómukendur, søtur og rúsandi angi.

Tilfar: Esterisk YlangYlangolja*^  / Esterisk appelsinolja* / Esterisk geraniumolja*^

* Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

SEIDRISVIÐUR

Fyldigur angi av furutræ, sum er lætt kryddaður og við einum hinti av frískum sitrus.

Tilfar: Esterisk seidrisviðolja* / Esterisk einabertræolja* / Esterisk nellikeolja*^ / Esterisk petitgrainolja*^ 
* Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

PATCHOULI

Intensur, heitur, moskuskendur angi við søtum undirtónum av vanilju.

Tilfar: Esterisk Patchouliolja*^  / Esterisk appelsinolja*  / Vaniljuúrdráttur*^
* Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

EVKALYPTUS

Frískur, reinur og hvassur kamferkendur angi við kryddaðum undirtónum.

Tilfar: Esterisk Evkalyptusolja* / Esterisk tetræolja* / Esterisk piparmyntuolja* / Esterisk nellikuolja*^
* Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

Customer Reviews

Based on 5 reviews
80%
(4)
20%
(1)
0%
(0)
0%
(0)
0%
(0)
J
Jutta
Lekkur deodorantur

Havi keypt deodorantin uttan anga, men hóast hetta er ein mildur angi. Tó ein behagiligur angi.

Hevði vænta at deodoranturin var lættari at smyrja, men kanska man bara líka skal venja seg við hetta. Er ikki líka lætt at smyrja, sum andlitskremið og búkkremið frá Isangs.

Sum heild ein deodorantur, ið ger tað, ið hann skal 👏🏻 Fari allarhelst at keypa við Ylang Ylang anga, tá ið eg fari at keypa aftur, tí mær dámar væl tann angan.

B
Bobbibobb
Kraftmikil og effektivur deodorantur :)

Eftir barnsburð luktaði eg so illa sjálvt um eg vaskaði mær væl, og tí mátti eg leita mær eftir einum góðum deodoranti, sum var kraftigur - og hesin riggaði so væl! Einasta minus er, at hann má smyrjast á við hondunum - men tað beri eg yvir við tí hann ger sítt arbeiði so væl :P

M
Marjun Johannessen
Góður deodorantur

Lættur og behagiligur at smyrja á, hög góðska og heldur leingi.

K
Kristina S
Ordiliga góður deodorantur

Hetta er ein ordiliga góður deodorantur, sum heldur allan dagin.

L
Linda S.
Super keyp

Super lekkur deodorantur við mildum anga, nemmur at brúka og verjir allan dagin.