Andlitskrem
Andlitskrem
Andlitskrem
Andlitskrem
Andlitskrem

Andlitskrem

Vanligur prísur 179,00 kr Spar 0%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 13 eftir á goymslu!

Kraftmikið andlitskrem, grundað úr olju við havtyrnu-og læknastokkrósu-úrdrátti. Ger húðina smidliga og eyka mjúka. Kann brúkast sum náttkrem, eygnakrem ella til sera turra húð.

  • Styrkir eginleikarnar í húðini at bøta seg sjálva
  • Dregur og bindur vætu í húðina
  • Tippir ikki porurnar

    75% Góðkent vistfrøðiligt tilfar
    25% Vilt heystað tilfar
    53% Fair trade tilfar

    Nýtsla

    Smyr umleið 1/4 tsk. av kremi millum lógvarnar og massera í andlitið og á hálsin við varligum, rundum rørslum. Smyr á lætt vætaða húð aftaná tú hevur verið í bað. Goymast turt og svalligt. Helst ikki í beinleiðis sólarljósi. Kremið má ikki koma í samband við vatn, hav tí altíð reinar og turrar hendur.

    Mongd

    30ml - umleið 1,5 mánaðir við dagligari nýtslu

    Tilfar

    Babassuolja*^ / Kokumsmør** / Rósuberjakjarnaolja* / Sheasmør*^ / Læknastokkrósa*^ / Plantu glyserin* / Havtyrnuúrdráttur* (Havtyrnuberjaúrdráttur & Rósmarinúrdróttur) / (Rósmarin úrdróttur* & Sólblómuolja*)

    *Góðkent vistfrøði
    ^Góðkent Fair trade/ Samstarvshandil

    Pakkitilfar: Tindós úr 40% - 60% endurnýtslutilfarið.

    Hetta er ein lýsing av eyðkennisangunum hjá Isangs. Angablandini eru úr 100% vistfrøðiligum eteriskum oljum, sum tey sjálvi framleiða. Estiriskar oljur eru konsentreraðir plantuúrdráttir. Angar teirra innihalda ongantíð eftirgjørd angaevni.

    YLANG YLANG

    Delikatur, eksotiskur, blómukendur, søtur og rúsandi angi.

    Tilfar: Eterisk YlangYlangolja*^  / Eterisk appelsinolja* / Eterisk geraniumolja*^

    * Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

    SEIDRISVIÐUR

    Fyldigur angi av furutræi, sum er lætt kryddaður, og við einum hinti av frískum sitrus.

    Tilfar: Eterisk seidrisviðolja* / Eterisk einabertræolja* / Eterisk nellikeolja*^ / Eterisk petitgrainolja*^ 
    * Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

    PATCHOULI

    Intensur, heitur, moskuskendur angi við søtum undirtónum av vanilju.

    Tilfar: Eterisk Patchouliolja*^  / Eterisk appelsinolja*  / Vaniljuúrdráttur*^
    * Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil

    EVKALYPTUS

    Frískur, reinur og hvassur kamferkendur angi við kryddaðum undirtónum.

    Tilfar: Eterisk Evkalyptusolja* / Eterisk tetræolja* / Eterisk piparmyntuolja* / Eterisk nellikuolja*^
    * Góðkent vistfrøði |  ^ Góðkent Fair trade / Samstarvshandil