Formseymað blæa v/ trýstknappum - OneSize
Formseymað blæa v/ trýstknappum - OneSize
Formseymað blæa v/ trýstknappum - OneSize

Formseymað blæa v/ trýstknappum - OneSize

Vanligur prísur 299,00 kr Spar 0%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 7 eftir á goymslu!

Formseymað blæan frá EcoMini er ein sera vælsúgvandi blæa, sum serliga er gjørd at nýta um náttina ella til børn sum pissa nógv.

  • Hóskar til børn sum viga umleið 4-16 kg
  • Gjørd úr silkimjúkum bambus/bummull toyi
  • Klødd við Coolmax, so barnið ikki kennir seg vátt
  • 3x3 røðir av trýstknappum at stilla støddina
  • 10 løg av bambus/bummull. Blæan er úr 3 løgum + innlegg við 3 løgum + innlegg við 4 løgum

Bygnaður

Formseymaða blæan frá EcoMini er OneSize og hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg. Støddin á blæuni verður stillað við trýstknappum framman á blæuni (S/M/L). Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.

Tvey innlegg fylgja við blæuni. Annað innleggið hevur 3 løg av bambus/bummull og hitt hevur 4 løg. Knappað annað ella bæði innleggini í blæuna eftir tørvi.

    Tilfar

    70% Bambusviskosa / 30% Bummull

    GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir. Sí úrvalið av skeljum her.

    Sí vaskivegleiðing her.

    Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

    Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

    Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

    Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

    Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

    Stripping av blæum

    Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta natron, vaskisoda ella natriumpercarbonat, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.

    Soleiðis gert tú:

    1. Vaska blæurnar sum vant.
    2. Fyll eina stóra balju ella baðikar við heitum (ikki kókandi) vatni.
    3. Koyr hálvan til heilan kopp av natron/vaskisoda/natriumpercarbonat í heita vatni og rør, til tað er upployst.
    4. Koyr vaskievni í vatni. Fylg mongdarvegleiðingini á pakkanum. Hetta stigið kann loypast um.
    5. Koyr reinu blæurnar í vatni og syrg fyri, at allar eru undir vatni.
    6. Lat blæurnar liggja á bloti í minst 4-6 tímar ella enn betur: yvir nátt. Rør gjarna runt í vatninum leypandi.
    7. Tak blæurnar úr vatninum og skola tær væl í reinum vatni. Tendra møguliga eitt skoliprogramm á vaskimaskinuni nakrar ferðir.
    8. Vaska blæurnar í vaskimaskinuni og turka, sum vant.
    9. So eru blæurnar aftur klárar at brúka!