Vatntættur posi at goyma eitt nú skitnar blæur ella bind í. Tá posin er fullur av skitnum blæum ella bindum, sum skulu vaskast, tekur tú allan posan við innihaldi og koyrir í vaskimaskinuna. Tær nýtist ikki at taka skitnu blæurnar úr posanum - tað syrgir maskinan fyri.
Dupultir vátposar eru snildir at handfara til dømis turrir og vátir lappar. Goym turru lapparnar í øðrum rúminum og vátu í hinum.
Ein vátposi kann nýtast til so nógv meira enn bara toyblæur. Nýt posan til toybind, lappar, vát svimjiklæði, leikur, myndatól og fartelefon, tá tú ert á strondini, smyrsl, matpakka o.s.fr. Bert hugflogið setur mørk!
Tá tú fyrst hevur roynt at nýta vátposa, er eingin vegur aftur. Teir eru simpelthen so snildir og kunnu nýtast til alt møguligt!
Bygnaður
Miðal vátposin frá EcoMini er 30x40cm og rúmar umleið 7 toyblæur og hevur tvey rúm, so til ber at goyma reint og skitið á sama staði.
Ein mini vátposi stødd 14x17cm fylgir við Stroller vátposanum. Posin kann festast í minna lummanum á miðal vátposanuk ella knappast úr eftir tørvi. Upplagt stað at goyma smálutir, tá tit eru á ferð.
Vátposin hevur tveir stroppar, so til ber at heingja posan á varnavognin, handklæðsstongina osfr.
Stødd
30x40cm
Rúmar umleið 7 toyblæur.
Tilfar
100% Polyester (laminerað við polyurethan)
YKK snarlás