Trussuinnlegg - Twigs
Trussuinnlegg - Twigs

Trussuinnlegg - Twigs

Vanligur prísur 75,00 kr Spar 0%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 5 eftir á goymslu!

Trussuinnleggið frá Elskbar er tunt og diskret og kann nýtast teir dagar, tú ikki bløðir so nógv. Eisini væl egnað fyri eyka tryggleika, nýtir tú menstruatiónskopp ella fyri útfloð.

Móti húðini er sera mjúkt bambusvelour, innan er eitt lag av súgvandi bambusfrotté og aftan er eitt lag av vatntøttum TPU við vøkrum mynstri.

Trussuinnleggið hevur veingir, sum kunnu knappast um trussurnar, fyri at halda tí uppá pláss.

Hevur tú fyrst roynt toybind, fert tú ongantíð aftur til einnýtis! Toybind klistra ikki til húðina, tá tað er heitt, lukta minni enn einnýtisbind og eru uttan skaðilig evni. Samstundis sparir tú umhvørvinum fyri einari rúgvu av einnýtisbind og -tampax.

Mát

19x5,5 cm

Tilfar

Mjúkt bambusvelour móti húðini

At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.

Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin. 

Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.