Imse + Vimse

Trussuinnlegg (3 stk)

Trussuinnlegg (3 stk)

Vanligur prísur 229,00 kr
Vanligur prísur 229,00 kr Útsølu prísur 229,00 kr
Útsøla Útselt
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan
Litur

Trussuinnleggið er úr 100% vistfrøðiligari bummull og hevur eitt lag av PUL á baksíðuni fyri at fyribyrgja leka. Væl egnað til gerandisnýtslu fyri útfloð ella lætta bløðing.

Lýsing

Bindið er úr trimum løgum av súgvandi bummullsflonel og á baksíðuni er eitt lag av PUL fyri at fyribyrgja leka. 

Stødd/Mongd

Trý trussuinnlegg eru í pakkanum.

Mát

19x7 cm

Tilfar

100% Vistfrøðilig Bummull
Baksíða: PUL

Vaskivegleiðing

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Toybindini kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60ºc.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Toybind v.m. uttan PUL kunnu turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Sí neyvari vaskivegleiðing her.

Veiting

Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Smillavegi 9, 900 Vágur.

Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-3 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina, sum er áljóðandi 54 kr.

Henda frávik, verður tað fráboðað á teldupostin, ið er tilskilaður í bíleggingini.

Spurningar?

Send okkum eini boð her ella umvegis Instagram og Facebook. Eg svari skjótast gjørligt :-)