Pusliundirlagið frá Elskbar er vakurt, snilt og lætt at nýta. Rulla saman, knappa og goym í puslitaskuni.
Bygnaður
Á aðrari síðuni er eitt vakur mynstur og á hinari síðuni er mjúkt bambusfrotté at leggja barnið á.
Undirlagið er perfekt at nýta, tá tú ert úti av húsinum, á almennum vesum, uttandura, blæufría tíð ella sum eitt mjúkt spæliteppi.
Undirlagið kann lættliga rullast saman og knappast við henta stroppinum og er lætt at koyra í puslitaskuna, tá tú skalt út við lítla barninum.
Soleiðis kann undirlagið nýtast
Pusliundirlagið kann eisini nýtast sum vatntætt lag í bilstólinum ella sofuni, tá barnið verður vant av við at nýta blæu. Tú kanst venda síðuni við bambusfrotténum uppeftir, so smáu óhappini verða fangað.
Undirlagið kann eisini nýtast við mynstrutu síðuni uppeftir. Tað er snilt, tá tú hevur tørv á at kunna turka eftir undirlagnum og endurnýta tað. Barnið kann til dømis sita á undirlagnum og eta, so undirlagið kann fanga matin og flatan kann lættliga turkast og nýtast aftur.
Stødd
70x47 cm
Tilfar
Uttan: 100% Polyester við TPU (Thermoplastic Laminate)
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester