Natural Snap-In - OneSize - Goji
Natural Snap-In - OneSize - Goji
Natural Snap-In - OneSize - Goji
Natural Snap-In - OneSize - Goji

Natural Snap-In - OneSize - Goji

Vanligur prísur 225,00 kr Spar 0%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 5 eftir á goymslu!

Snap-In blæan frá Elskbar er ein AIO (all-in-one) toyblæa, sum hóskar til børn sum viga umleið 6-18 kg. Toyblæan hevur eina vatntætta skel og tvey innlegg úr bambusi og vistfrøðiligari bummull.

Hetta er ein sonn luksustoyblæa, sum fæst í fleiri vøkrum, unisex mynstrum og við sera væl súgvandi innleggum. 

Bygnaður

Hendan blæan hóskar til børn, sum viga umleið 6-18 kg. Framman eru tríggjar røðir av trýstknappum, sum eru til at stilla støddina á blæuni. Á henda hátt kann blæan vaksa við barninum. Eisini verður blæan latin aftur við trýstknappum framman.

Tvey innlegg fylgja við blæuni: eitt langt og eitt stutt innlegg. Bæði innleggini eru gjørd úr trimum løgum av bambusi og vistfrøðiligari bummull. Bambus er kent fyri at súgva sera væl og er tískil sera væl egnað til toyblæur. Vistfrøðiliga bummullin ger, at innleggini eru deiliga mjúk. Nýtir tú bæði innleggini, fært tú 9 súgvandi løg, sum er sera nógv fyri eina AIO blæu. Toyblæan kann tískil nýtast bæði um dagin og náttina.

Hetta er ein AIO blæa, har innleggini kunnu knappast úr, sum ger, at hon tornar munandi skjótari, enn aðrar AIO blæur. Øll blæan skal til vask eftir nýtslu, av tí at skelin er klødd við súgvandi tilfari. Vit kunnu kalla hetta eina Snap-In-AIO.

Justera súgvievnið

Um barnið pissar eitt sindur, kanst tú velja einans at nýta stutta innleggið, so blæan fyllir deiliga lítið.

Pissar barnið nógv, kanst tú nýta langa innleggið og bukka tað, so tað liggur dupult.

Pissar barnið sera nógv, ella skal blæan nýtast til lúr ella nátt, kanst tú nýta bæði innleggini í senn.

Nýtir tú bæði innleggini, fært tú 9 súgvandi løg. Bukkar tú langa innleggið enn eina ferð fært tú 12 súgvandi løg - og tað er sera nógv!

Soleiðis kanst tú tillaga súgvievnið til tørvin hjá barni tínum.

Tilfar

Skel
Innan: 85% Bambus / 15% Polyester
Uttan: 100% Polyester við TPU-laminat

Innlegg
70% Bambus / 30% Vistfrøðilig bummull

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.