Náttbind - Grape
Náttbind - Grape
Náttbind - Grape

Náttbind - Grape

Vanligur prísur 79,00 kr Útsøluprísur 67,00 kr Spar 15%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 15 eftir á goymslu!

Náttbindið hevur tvey løg av væl súgvandi bambusi og eitt lag av mikrofibur. Ovast er eitt lag av fleece, so tú kennir teg turra. Aftan er bindið klætt við vatntættari PUL fyri at verja trussurnar.

Fest bindið í trussurnar við trykkknappunum undir, so fleecesíðan vendir móti húðini.

Væl egnað sum náttbind.

Mát

29 x 7 cm 

Tilfar

Forsíða: Microfleece

Fylla: Bambus (2 løg) / Mikrofibur (1 lag)

Baksíða: PUL

Sí vaskivegleiðing her.

At vaska bind og innlegg er ikki nógv øðrvísi enn at vaska undirklæði og sokkar.

Koyr brúkt bind í ein vátposa. Tú kanst hava ein nærhendis kummuni á vesinum og ein í taskuni/lummanum. So kanst tú vaska øll saman, tá tú ert liðug at menstruera ella eftir tørvi.

Lat vátposan upp og koyr í maskinuna. Hevur tú eitt blæubarn kanst tú við fyrimuni vaska bindini saman við toyblæum. Annars kunnu tey vaskast saman við øðrum, sum tú vaskar á 60*c.

Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang bindini á snórin - gjarna úti, so tey verða luftað væl. Sólin hjálpir eisini at fjerna møguligar plettir. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin. 

Eg viðmæli at leggja nýggj bind og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tey vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Bind úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tey súgva fullkomiliga.