Menstruatiónskoppur - Korkalittur
Menstruatiónskoppur - Korkalittur
Menstruatiónskoppur - Korkalittur

Menstruatiónskoppur - Korkalittur

Vanligur prísur 229,00 kr Spar Liquid error (product-template line 131): -Infinity%
/
MVG íroknað Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 1 eftir á goymslu!

Menstruatiónskoppurin frá Ruby Cup er tryggur og lættur at nýta og er eitt gott alternativ til tampax og bind. Fert tú væl um koppin, heldur hann upp til 10 ár, og kanst tú soleiðis spara eina rúgvu av peningi, umframt at spara umvhørvinum fyri einari rúgvu av burturkasti.

Koppurin verður settur upp í skeiðina og skal tømast 2-4 ferð um døgnið - alt eftir hvussu nógv tú bløðir.

Koppurin varðveitir natúrliga pH-virðið í skeiðini, og tískil sleppur tú undan soppi.

Koppurin er framleiddur úr medisinskari silikonu og er ein lutfalsliga bleytur koppur. Niðast eru ringar og á stilkinum eru smáir prikkar, so koppurin er lættur at taka úr. Eisini fylgir ein lítil bummullsposi við.

Koppurin fæst í tveimum støddum: 

  • Small: Lítla til miðal bløðing. Rúmar: 19 ml / Tvørmát: 40 mm / Longd: 46 mm
  • Medium: Til miðal til nógva bløðing. Rúmar: 24 ml / Tvørmát: 45 mm / Longd: 51 mm

Tilfar

100% medisink silikona

Buy One Give One

Ruby Cup er kent fyri "Buy One, Give One"-hugtakið, sum merkir, at hvørja ferð tú keypir ein menstruatiónskopp frá Ruby Cup, verður ein koppur latin einari ungari kvinnu í neyð.

Reingerð og viðlíkahald

Ein menstruatiónskoppur skal altíð skoldast í kókandi vatni í umleið 5 minuttir áðrenn nýtslu. Meðan tú hevur menstruatión, skal koppurin tømast og reinsast væl við vatnihvørja ferð tú tømir hann. Tá menstruatiónin er liðug, skal koppurin skoldast og goymast í posanum, sum fylgir við. Les altíð vegleiðingina, sum fylgir við.

Eisini ber til at nýta ein reinsikopp, sum ger tað lætt at reingerða menstruatiónskoppin.